TB finnur ikki meskarnar

Fótbóltur NSÍ sektaði tungu TB verjuna, og í hinum endanum vóru tvøramenn ikki nóg neyvir, tá ið teir spældu seg til góðar møguleikar

Tá ið tað verður talt saman, so gongur tað upp við marginalum fyri og ímóti, plagar at verða tikið til.
Nú kappingin er tvey umfør gomul, kunnu teir í NSÍ skriva undir uppá, at higartil er javnvág í hjá teimum. Í Fuglafirði kendu teir seg snýttar fyri trý ella í hvussu so er eitt stig. Í gjár stórfegnaðust teir um sigurin á TB, og tað var lætt at skilja.
Veteranurin í miðverjuni, Helgi L. Petersen, var nøgdur:
– Tað var kanska ikki altíð so vakurt, men vit sýndu góðan hug­burð, og vit stríddu okkum til fulla úrtøku. Um vit sammeta henda dystin við tann í Fuglafirði, so kendu vit okkum hesa ferð meiri kroystar, enn vit gjørdu í Fuglafirði. Tað er undarligt, tí TB er framvegis stigaleyst, og ÍF hevur seks stig. Eg vænti, at vit fara at megna at stríða okkum til fleiri stig, og eg vænti eisini, at TB fer at vinna úrtøku heilt skjótt, men so mugu teir vera neyvari frammanfyri mót­støðumálinum, staðfesti væl nøgdi Helgi L. Petersen.
Hann var í miðverjuni saman við Jens Joensen. Men í 33. minutti varð Jens skiftur út, og í hansara stað kom Pál Mohr Joensen. Jens sá gult longu í 21. minutti. Lítla løtu seinni bríkslaði Petur Reinert aftur fyri frísparki, og tað sást á kropsburðinum hjá dóm­aranum, at nú var tjóðrið stutt hjá mið­verj­anum. Tí var tað, at Kári Reynheim skifti út.
Tá hevði heimaliðið júst lagt seg á odda, og bæði í hesum førinum, og tá ið økt varð um leiðsluna, so sást tað, at TB hevur trupulleikar í miðverjuni:
Árni Frederiksberg stakk úr vinstru bóltin inn um tungu TB miðverjuna, og Magnus Olsen, sum var í fremstu røð, rann frá verjuni og skoraði.
Tíðliga í 2. hálvleiki var Magnus aftur upp á spæl, tá ið NSÍ økti um leiðsluna. Hann spældi inn um til Klæmint A. Olsen, sum rann frá verjuni og skoraði, og harvið var brekkan ógvuliga brøtt hjá TB.
Tvøramenn iðra seg av røttum um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna fyrstu úrtøkuna í ár. Teir vóru sera uppsettir og arbeiðssamir, og teir megnaðu at spæla seg til fleiri góðar málmøguleikar.
Tað verður altíð ein hypotetiskur spurningur, hvussu tað hevði tørnað út, um væl upplagdi Bojan Timic eftir fimm minuttir hevði havt marginalirnar í sínum parti, men bólturin brast í stólpan, og Rógvi Joensen og Aron Sørensen iðra seg eisini av røttum.
Síðstu løtuna spenti Milan Kuljic álopsbogan uppaftur meiri. Teir høvdu nógv fólk frammarlaga, og Óli Johannesen varð settur inn í álopið, men tað segði tað sama.
Kári Reynheim og hansara menn fegnaðust, og Milan Kuljic og hansara vóru vónbrotnir. Hósdagin verður nýggjur møguleiki, tá ið NSÍ aftur fær vitjan úr Suðuroy, og TB aftur skal í víggj í torførum útidysti. Tvøramenn skulu norður til Margáir. Spurningurin er, um teir tá fara at finna vegin til meskarnar!