Aldursforsetin í føroyskum fótbólti endar á fjórða plássi í næstbestu deildini. Tað er greitt, hóast eitt umfar framvegis restar.
TB hevur 52 stig ella fýra færri enn VB/Sumba, sum hevur tryggjað sær bronsumerkini.
Í gjár vitjaði HB á Sevmýri. Úrslitið var 1-1, eftir at HB í 1. hálvleiki hevði verið á odda 1-0. Málskjútti stutt undan steðginum var Kristin Mouritsen, sum hevur verið illa skaðaplágaður, síðani hann kom aftur úr Manchester City.
Stutt eftir steðgin javnaði heimaliðið. Málskjútti var Josef Bassene, sum umsetti brotsspark til mál.
Javnleikurin við sær, at HB hevur tryggjað sær pláss í 1. deild næsta kappingarár.