Skeiklað fólkasamanseting og avoldaður vinnubygnaður eru millum størstu avbjóðingarnar her á landi. Meðan fólkatalið hevur verið ræðandi støðugt seinastu mongu árini og 2000 kvinnur í bestu árum eru í undirskoti í Føroyum, áttu allar ávaringarklokkur at ringt – bæði politiskt og hjá vinnuni sjálvari.
Hetta heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sum er púra samdur við Jákup á Dul Jacobsen, føroyskum vinnulívsmanni í Íslandi, sum við Rás2 segði, at tað er ein ovurhondsstórur trupulleiki fyri Føroyar, at fólkatalið stendur í stað, og at so stórur ójavni er millum kynini í burðardyggum aldri.
Jógvan Mørkøre heldur, at nú so nógv verður talað um útboð og eftirspurning av arbeiðsmegi, eiga vit fremst av øllum at gera okkum greitt, hvat tað er fyri eitt samfelag vit vilja hava. Í hansara hugaheimi er ikki nógvur ivi: Vit eiga at byggja upp eitt vitanarsamfelag, sum skal virka í einum globaliseraðum heimi. Men hetta samsvarar ikki serliga væl við, at tað júst eru tey vælútbúnu, sum ikki koma heim aftur eftir loknan lestur.
Skeivt fokus
Jógvan Mørkøre sigur, at av tí at fiskivinnan hevur so ilt við at fáa fólk í ófaklærdu størvini, so verður bert fokuserað uppá at fáa meira ófaklærda arbeiðsmegi til landið.
- Í staðin áttu vinnan og tað almenna at fokusera uppá eina víðfevnda umskipan av vinnustrukturinum, so hon lagar seg til høgu útbúgvingarnar, sum føroyingar nema sær burturi í heimi, sigur Jógvan Mørkøre. Hann heldur lítið perspektiv vera í at útbyggja ein nýggjan undirklassa við ófaklærdum.
- Við ófaklærdari arbeiðsmegi fært tú onki vitanarsamfelag, og tað er sum um, at vinnan bara fokuserar uppá at fáa ófaklærda arbeiðsmegi at átaka sær hesi bráfeingis størvini í fiskivinnuni, alt meðan tað ikki eru tey, sum leiða tjóðina inn í vitanarsamfelagið.
Samfelagsfrøðingurin heldur tað vera løgið, at vit heldur innflyta slíka arbeiðsmegi, í staðin fyri at útflyta arbeiðsplássini, eins og gjørt verður í øðrum fiskivinnutjóðum kring heimin.
Útbúgva til útlandið
Jógvan Mørkøre vísir á, at har er ein stórur bólkur av vælútbúnum útisetum, sum ikki koma heim aftur, tí her snøgt sagt ikki er arbeiði til teirra. Tí heldur hann tíðina vera búna til, at vit endurskoða allan vinnupolitikkin, og at lítið høpi er í at tosa um gransking og menning og at fyrireika okkum til vitanarsamfelagið, um vit ikki taka hesa avbjóðing í størri álvara.
Hann vísir á, at talan er um ein rættiliga kompleksan trupulleika, og at neyðugt er, at onkur veruliga fer inn við pengum og orku, vilja vit hava eitt veruligt vitanar- og granskingarumhvørvi í Føroyum.
- Í mun til altjóða granskingarumhvørvi er føroysk vinna alt ov smøl at bera einari veruligari gransking. Tí útbúgva vit í løtuni fólk út úr landinum. Samstundis fylgir bygnaðurin á arbeiðsmarknaðinum og í vinnuni als ikki við í veruleikanum, tí fólk koma ikki heim aftur at arbeiða á flakavirkjum, sigur Jógvan Mørkøre.
Opinleiki báðar vegir
Hann tekur soleiðis til, at tað er lítið perspektiv í at útflyta børnini og at innflyta fremmanda arbeiðsmegi, sum enn ikki sleppur at búseta seg í landinum og kanska á tann hátt kann vera við til at byggja land.
- Hóast vit sjálvandi skulu vera opin fyri tí fremmanda, tolsemi og alt hatta har, so er tað samstundis í ósamsvar við veruleikan her á landi. Tí við opinleikanum liggur eisini ein hugburður um, at vit skulu eggja ungdóminum at nema sær útbúgving, sigur Jógvan Mørkøre.
- Og tað eru hesi, sum skulu lyfta okkum inn í beinhørðu vitanargrundaðu kappingina í globalu framtíðini, staðfestir Jógvan Mørkøre.
Kvinnurnar mangla
Í mun til spurningin um stóra undirskotið á kvinnum, sigur hann, at hetta bert undirstrikar trupulleikan, tí tað eru kvinnurnar, sum standa fyri reproduktiónini, og traditionelt átaka sær tær alt fleiri røktaruppgávurnar í modernaða samfelagnum.
- Støðuga fólkatalið og konufólkatrotið er ein uppgáva, sum eigur at verða loyst av tí privata og tí almenna í felag. Tí hvussu fáa vit talið av kvinnum í burðardygga aldrinum upp, og hvussu fáa vit tey vælútbúnu fólkini heim aftur eftir loknan lestur?
--
FAKTA::
Sambært hagtølunum, sum Norðuratlantsbólkurin hevur fingið til vega frá Danmark Statistik, búgva í alt 22.549 føroyingar, býttir yvir 3 ættarlið, í Danmark.
Í 1. ættarliðunum er býtið millum kynini ógvuliga ójavnt, av 7.737 fólkum er ein meiriluti á 1.799 konufólk. Øll trý ættarliðini hava tó til felags, at aldursbólkarnir 25-39 ár og 7-16 eru størstir. Hetta er felags fyri bæði kyn.
--
FAKTA::
Nettotilflytingin av føroyskum konufólki til Danmarkar er nógv størri enn av mannfólki. Árinini av hesum síggjast í Føroyum í dag, har fólkatalið er merkt av ójavnvág millum kynini.
Hagtova Føroya
--
--
Íslendingar satsaðu
Vit noyða kvinnurnar av landinum og hava einki at bjóða teimum, so tær kunnu koma heimaftur. At nýta milliónir at kanna, hvussu sandoyingar kunnu koma skjótari til SMS er einki problem, men at lata nakrar krónur at kanna, hvussu vit kunnu skapa spennandi arbeiðspláss fyri øll, er meira trupult, sigur Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini.
Í samrøðu í seinasta Pedagogblaði, greiðir hann frá, hvussu íslendingar megnaðu at loysa trupulleikan við kvinnufráflytingini.
” ..Tað økið, sum vit best kunnu samanbera okkum við, er Norðurlandið í Íslandi. Akureyri hevur sama fólkatal sum Havnin, og Norðurlandið á leið sama fólkatal sum er í Føroyum. Hetta er gamalt fiskivinnuøki, sum
viðvíkjandi fólkasamanseting hevði tann trupulleika, at meðan fiskivinnan var eitt gott arbeiðspláss fyri menn, so var lítið og einki fyri kvinnurnar, sum ikki sóu sær annan møguleika enn at flyta burtur. Annaðhvørt til
Reykjavíkar ella av landinum. Tey vildu venda gongdini og skipaðu ein lærdan háskúla, sum í fyrsta lagi var ein samanrenning av læraraskúlanum og sjúkrasystraskúlanum, og sum nú fevnir um so mangt annað. Nú
verður undirvíst í løgfrøði, miðlafrøði og mongum øðrum. Við øðrum orðum ein skúli
við mongum ymiskum tilboðum. Umframt at skúlin bjóðar staðbundna undirvísing, hevur hann eisini eitt stórt úrval av fjarundirvísing við lærda háskúlanum sum miðdepil. Fólk kunnu sita víðahvar í Íslandi og nema sær
kunnleika og koma á skúlan av og á. Eisini kunnu lærarar frá skúlanum fara út í tey ymisku økini at undirvísa. Hetta hevur givið norðurlendingum ein heilt nýggjan møguleika, nú eisini kvinnurnar støðast í økinum og hava bæði arbeiði og útbúgvingarmøguleikar, heldur enn at flyta.”
Sitat: Kári á Rógvi í Pedagogblaðnum 4/2007
--
”Lat okkum endiliga binda landið saman og gera tunlar og annað gott, men tað hjálpir einki uppá tann álvarsliga og grundleggjandi trupulleikan, at vit missa ein stóran part av okkara besta fólki. Lat okkum heldur byrja við at økja um okkara búskap, sum Akureyri hevur gjørt. Skapið fleiri hægri útbúgvingar og harvið størri vitanarmøguleikar, so vit fáa fólk at trívast og búleikast í landinum, eitt betri kynsbýti, so fáa vit eisini ráð til tunlar. Tað má vera rætta raðfylgjan.”
Sitat: Kári á Rógvi í Pedagogblaðnum 4/2007