Nú álitið um Lærda háskúla Føroya varð almanna kunngjørt, kundi eg fegnast um, at Bologneyvirlýsingin skuldi setast í verk á Lærda háskúla Føroya, men tíverri var onki formaliserað samstarv við londini í sjálvari Bologneavtaluni at síggja í álitinum.
Síðan Frakland, Ongland, Týskland og Italia gjørdu hesa avtalu í 1998, eru fleiri evropeisk lond komin aftrat, harímillum Noregi, Ísland og Danmark. Heili 45 lond hava í dag fingið í lag samstarv. Tað kann tykjast løgið, at Føroyar ikki eru partar av avtaluni, meðan fleiri smátjóðir sum eitt nú Luxembourg og Liechtenstein, eins og Noregi og Ísland eru við. Tað er undranarvert, eftirsum landsstýrið hevur sett sær sum mál at gerast millum førandi tjóðir í heiminum í 2015, har útbúgingarpolitikkurin skal bera ein stóran part.
Vit hava tó sæð, at tað er neyðugt at fylgja við á altjóða útbúgvingarøkinum, soleiðis sum tað varð orðað í álitinum um Lærda háskúla Føroya. Men framvegis standa vit á síðulinjuni og kaga eftir, hvat hini gera. Vit royna at seta í verk skipanir, ið minna um eitt nú tær, sum Bologneavtalan eftirlýsir. Vit tora ikki at taka tað neyðuga stigið at fara inn í eitt formaliserað samstarv við hini londini, ið eru við í sjálvari avtaluni.
Um vit skulu gera okkum galdandi á útbúgvingarøkinum, fáa avtalur í lag um gransking og útbúgving í Evropa mugu vit fara inn í eitt javnbjóðis samstarv við hini londini . Vit mugu bjóða okkum fram, soleiðis at okkara lesandi fáa eina lættari og smidligari atgongd til lærdar háskúlar í Evropa sum heild. Ein liður í hesari tilgongd er, at vit gerast limur í Bologne avtaluni, sum kann verða ein pallur, har vit kunnu gerast ein virkin A liðs leikari á altjóða útbúgvingarøkinum.
À Fólkatingi vil eg sum ein partur av A liðnum hjá Fólkaflokkinum virka fyri, at Føroyar kunnu gerast limur í hesari týðandi altjóða samstarvsavtalu innan víðari útbúgvingar.