TB kiksaði á Jóansøku

TB-Skála: Hýrurin er góður millum skálamenninar, sum í dag hava verið í Suðuroy og eru á veg til hús aftur, eftir at teir hava spælt landskappingardyst í 1. deild í Hvalba.

Ofta verður sagt, at tað ikki roynist væl á heimavølli í stevnudystum, og tað kunnu teir í TB skriva undir uppá. Í kvøld átti TB heimavøll ímóti Skála. Við sigri hevði TB møguleika at leggja seg á odda í næstbestu deildini, men tvøramenn fingu einki burturúr, tí Skála vann 2-1.

Hetta var aðru ferð innan heilt stutta tíð, at skálamenn hava tiltuskað sær stig í Suðuroy. Fyri einari viku síðani megnaðu teir 2-2 á Vágseiði.

TB hevði bóltin størsta partin av tíðini, men tað var Skála, sum legði seg á odda, tá ið hálvur tími var farin. Málskjútti var Ólavur Mikkelsen.

Skálamenn hildu tørn, inntil tað restaðu trettan minuttir. Tá javnaði Ragnar Tausen fyri TB. Lítla løtu seinni varð málskjúttin rikin av vølli, men hóast heimaliðið var undirmannað, so var bólturin framvegis mest frammanfyri Skála málið.

Tað restaðu bara nøkur sekund, tá ið Skála fór í mótálop, og tá eydnaðist tað Brian Jacobsen at skora sigursmálið til 2-1 til Skála. Úrslitið ber við sær, at TB er næstfremst við 32 stigum. FC Suðuroy er á odda við 34 stigum. Hesi bæði liðini hava spælt 14 dystir. AB, sum er á triðja plássi við 31 stigum, eigur í morgin heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá HB. Skála er á fjórða plássi við 23 stigum.