TB legendur á vøllin í Marghøllini í Vági

Í morgin verða Óli Johannessen, Gullok og aðrar TB legendur at síggja á vølli í Vági.

Ein rimmar fótbóltsdystur verður í Marghøllini í Vági í morgin, 13. november klokkan 19.  Møguliga ein tann mest søguligi dysturin í nógv ár.

Hesum boðar Ungdómshúsið í Vági frá.


Ungdómshúsið í Vági hevur seinastu fýra árini havt minst ein stóran dyst árliga. Tá sagt verður stóran, verður meint við, at tey ungu bjoða ymskum fólki og bólkum av til dyst. Tad hevur verið alt fra old-boys VB, til Vágs
Kommunu og í september bjódadu tey VB-kvinnum av, og vunnu tey ungu dystin,
frættist frá Ungdómshúsinum í Vági.

 

- Nu vilja tey útum bygdarøkið. Tey vildu eftir TB, og vit tosa ikki um Poul Ingason, nei, vit tosa um Óla
Johannessen og Gullok og aðrar legendur úr TB. Avbjóðingin er løgd út alment, ein spælari hevur alment sagt at hann tekur av, Óli Johannessen, siga tey í Ungdómshúsinum.

 

Sostatt verður talan um dystí Marghøllini millum 13 til 17 ára gamalar dreingir og gentur úr Vági í móti TB
legendum.

 

- Fólk kunnu ikki siga, at einki hendir í Suðuroynni, ti Ungdómshúsið hevur sanniliga nógv á skránni, siga tey, sum skipa fyri í Ungdómshúsinum í Vági.