Flogbóltur, kvinnur
Oddaliðið TB vann sum væntað móti ÍF, eins og tær hava vunnið sannførandi móti øllum hinum liðunum í deildini, men munurin var, at hesaferð mistu TB-kvinnurnar eitt sett.
TB-kvinnurnar hava verið í einum flokki fyri seg higartil í kappingini, men ÍF hevur eisini víst gott spæl til tíðir og man í løtuni vera tað liðið í deildini, sum er næstbest fyri. Tí var ein møguleiki fyri, at tað kundi gerast eitt sindur spennandi í høllini í Trongisvági sunnudagin. Og leingi gekk tað eisini sera javnt á.
ÍF byrjaði dystin betur og legði seg eisini á odda í fyrsta setti. TB hevði trupulleikar við móttøkunum at byrja við, samstundis sum ÍF-kvinnurnar fingu nógvar bóltar væl upp frá gólvinum, og tað var greitt, at vitjandi liðið ikki legði nakað serligt í umdømið, sum vertirnir hava vunnið sær við at sópa alla mótstøðu í kappingini til viks.
Men so líðandi kom TB fyri seg og fekk yvirvág. Við støðuni 12-10 til ÍF vendi gongdin, og TB vann fyrsta settið 25-17. Tað fekk tó ikki ÍF at falla í fátt, og næsta sett bleiv sera javnt. Hvørki av liðunum slapp frá hinum, og til endans dró ÍF longra stráið og vann hetta settið 27-25.
Ballónin brast
Nú stóð aftur á jøvnum í settum, og eftir at hava vunnið tíggju sett á rað hevði TB nú fyri fyrstu ferð tapt eitt sett. Teir umleið hálvthundrað áskoðararnir í høllini tóku á við heimaliðnum, men eitt sindur av óvissu kom nú eisini uppí. Sjálvsálitið hjá ÍF bleiv heldur ikki minni aftaná næsta sett, og í triðja settinum gekk eisini javnt á upp til 10-10. Men so brast ballónin. TB vann triðja sett 25-19 og vann eisini fjórða sett 25-15.
Bæði liðini manglaðu leikarar, sum vanliga eru við, og dysturin vísti, at útlendsku leikararnir hjá TB gera stóran mun - ikki minst tá tað gongur javnt á. Men ÍF vísti, at TB-liðið kann vera til at tosa við.