TB í nýggjari útgávu

Upptakt: TB er liðið við flest broytingum í summarsteðginum

Í morgin klokkan 15 verður fyrsti dysturin í 16. umfari í Betri deildini hjá monnum millum HB og TB. Meðan HB í fjør setti met við 73 stigum og vann FM, so hevur tilgongdin til hetta kappingarárið verið rokalig í Trongisvági, har TB hevur heimavølli.

Aldursforsetin er aftur í svørtum og hvítum og úrslitini hava verið góð. Liðið hevur fingið 15 stig í 15 dystum. Seinast liðini møttust endaði tað við javnleiki, hóast viðmerkjarar og tipparar mettu HB sum stórfavoritt.

##med2## 

TB er tað liðið, ið hevur gjørt flest spælaraskifti í summar. Tilgongdin telur Ken Fagerberg, Rógva Joensen, Eirik Ellendersen og Martin Tausen, meðan Luc M. Jeggo, Stefan Radosavljevic, Tormóður P. Djurhuus og Teitur Olsen antin hava skift til onnur feløg ella eru farnir av landinum.

Les eisini: HB bíðar eftir René

John Villi Leo hevur leikbann til dystin, meðan Poul Ingason er ivasamur, eftir at hann meiðslaði sær armin í fyrru hálvu. Eisini Aron Sørensen stríðist við ein vøddaskaða og er ivasamur. Regin í Lágabø er langtíðarskaddur.

Betri deildin menn 16.umfar:

Leygardagin 27. juli

HB-TB (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (17.00)

AB-EB/Streymur (18.00) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin 28.juli

B36-Víkingur (18.00) Beinleiðis á FM1

KÍ-NSÍ (útsettur til 18. september)