TB og B71 best fyri

AB fall á Sevmýru, og vágamenn megnaðu ikki at halda dampinum uppi í Klaksvík, har KÍ nú ger enn eina roynd at koma upp um strikuna

2. deild

Trið seinasta umfarið í aðrdu deild stóð á skránni um vikuskiftið, og fyri ein stóran part var hetta sannleikans tími, nú støðan í deildini var vorðin somikið spent.
Hjá AB mundi tað í øllum førum kennast sum dómadagur, tá teir vitjaðu hjá TB. Undan dystinum vóru liðini bæði ájøvn í stigum, men serliga hjá AB heur einki vilja borið til seinastu vikurnar, og tað gjørdi tað heldur ikki hesaferð.
TB var alla tíðina meira ágrýtna liðið, og tað eydnaðist teimum eisini at koma á odda fyri steðgin, tá Emmanuel Larby sendi bóltin í kassin.
Og hetta skuldi so langt í frá gerast einasta útlendska íkastið til dystin. Danski álopsleikari hjá AB, Nicolaj Eriksen vildi nevnliga eisini sleppa upp í part, og hann gav gestunum eina vón, tá hann javnaði, men ghanesisku leikararnir hjá TB vóru ikki lidnir.Larby var aftur rætti maðurin á rætta staðnum, tá hann legði TB framum, og tá Daniel Nyarko so økti til 3-1, var ikki stórt meira hjá AB at gera.
Og eftir øllum at døma, so var hetta eisini mønustingurin hjá AB í uppflytingarstríðnum. Teir eru kanska tað oddaliðið, sum hevur truplastu eftirverandi dystarskránna, og nú tykist spurningurin einamest vera, hvørt tað yvir høvur skal eydnast teimum at fáa heiðursmerki í deildini, eftir at teir annars hava verið við til at mynda oddin alt kappingarárið.

B71 hevur fulla ferð á
Tað hava sandoyingar kanska als ikki gjørt í sama mun, men nú tað av álvara er farið at telja, eru teir gulu so sanniliga við.
Ikki minst tykist eftirverndi dystarskráin við botnliðum á skránni at vera sandoyingum til fyrimuns, og teir greiddu eisini fyrsta setningin í so máta, tá VB vitjaði.
Tað var tó ikki heilt uttan at hvøkka B71, at vágbingar vóru á oynni. Alt tóktist annars ganga púrasta eftir ætlan, tá Tummas Pauli Olsen og Jónsvein Thomsen høvdu syrgt fyri leiðslu til heimaliðið, men knappliga svaraði VB aftur. Eitt mál hvørju megin steðgin fekk av álvara heimaliðið at rakna við. Og so kundi Jónsvein gera sítt hattrick, meðan Tummas Pauli slapp at staðfesta sigurin, sum altso heldur sandoyingunum heilt har frammi, sum tað er stuttligt at vera.
Fjórða oddaliðið undan vikuskiftinum var FS Vágar, sum við sigrinum á TB mikukvøldið av álvara blásti lív í sínar vónir. Men hesar vórðu so dyggiliga sløktar í Klaksvík. Har hevði heimaliðið úr at gera, til tess at vissa sær fjarstøðu frá botnsessinum. Teir stríddust fyri hvørjum tí einasta bólti, og tað var nakað nógv meira enn gestirnir gjørdu, og so skuldi tað verða munur á.
Gunnleif Biskupstø og fyrrverandi FSV-leikarin, Elfinn Ørvarodd, løgdu vertirnar framum, og tó at Sonny Johansen svaraði aftur fyri steðgin, so var hetta á ongan hátt nóg mikið til at ørkymla vertirnar. Olaf Færø og super-veteranurin, Marek Wierzbicki, skutu eitt mál hvør, áðrenn Tór-Ingar Akselsen móti dystarenda kundi geva vágamonnum eitt troystarmál, sum tó ikki man hava tað heilt stóra virðið kortini.

Stigasavnan í Leirvík
Seinastu báðir dystirnir, sum vórðu leiktir leygardagin, hoyra helst til bólkin fyri týdningarleysar dystir, tó at stigainnsavnanin hjá LÍF eftir summarsteðgin helst hevur betri uppiborið.
Hesaferð gjørdist talan um stig nr 17, 18 og 19 av teimum seinastu 21 gjørligu, tá teir vitjaðu á Krossinum í Sumba. Magnus Skoralíð gjørdi fyri steðgin einasta málið í dystinum, tá hann sendi brotsspark í netið, og so hjálpti tað lítið, at heimaliðið royndi at trýsta. Mál fingu teir ikki.
Seinasti dysturin var í Gundadali, har Royn vitjaði B36. Eftir málleysan fyrra hálvleik kundi Kaj Roes leggja Royn á odda, men tað var ikki nóg mikið til at tryggja stigini. Tórur Hentze og B36 finug nevnliga seinasta orðið, tá hesin javnaði til endaliga úrslitið, sum helst hevur við sær, at B36 av álvara kann krúpta úr niðurflytingarvandanum.


TB-AB 3-1(1-0)
1-0 Emmanuel Larby
1-1 Nicolaj Eriksen
2-1 Emmanuel Larby
3-1 Daniel Nyarko

B71-VB 5-2(3-1)
1-0 Tummas P. Olsen
2-0 Jónsvein Thomsen
3-0 Jónsvein Thomsen
3-1 Hans Allan Michelsen
3-2 Elian Hansen
4-2 Jónsvein Thomsen
5-2 Tummas P. Olsen

KÍ-FS Vágar 4-2(2-1)
1-0 Gunnleif Biskopstø
2-0 Elfinn Ørvarodd
2-1 Sonny Johansen
3-1 Olaf Færø
4-1 Marek Wierbicki
4-2 Tór-Ingar Akselsen

Sumba-LÍF 0-1(0-1)
0-1 Magnus Skoralíð brtsp.

B36-Royn 1-1(0-0)
0-1 Kaj Roest
1-1 Tórur Hentze