Í gjárkvøldið fór 07 Vestur um Suðuroyarfjørð. Ørindini vóru at spæla landskappingardyst í Trongisvági í dag.
Nú er dysturin liðugur, og hýrurin á vágamonnum er góður, nú teir rigga til at fara norður.
07 Vestur vann 4-2. Sigurin ber við sær, at 07 Vestur hevur seks stig, meðan TB hevur eitt stig.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til TB, sum heilt tíðliga og undir lotinum legði seg á odda. Málið skoraði Einar Petersen, sum eftir framlegging úr høgru frá Dánjal Godtfred rann inn úr vinstru og sendi bóltin framvið Silas Eyðsteinsson.
TB var meiri í álopi, og spælið fleyt í løtum væl, men so var tað, tá ið ein stórur hálvur tími var farin, at vongverjin í vinstru, Samudeen Musah, setti liðfelagarnar í sera óhepna støðu. Tað var heilt friðarligt og eingin panikkur, tá ið hann, eftir at dómarin hevði bríkslað, sparkaði bóltin langt burtur. Tað eigur dómarin at geva gult kort fyri, og tað gjørdi Eiler Rasmussen. Men ólukkutíð fyri TB var Samudeen Musah tann einasti, sum frammanundan hevði sæð gula kortið, og so var TB undirmannað í ein tíma.
Tað kostaði heilt nógv. Tór-Ingar Akselsen javnaði beinanvegin eftir steðgin, og so vóru heimamenninir serliga blíðir. Eingin vandi var á veg, tá ið Aron Sørensen við lítlari ferð legði bóltin aftur til málverjan, men ólukkutíð fyri TB, so fór bólturin undir fótin á málverjanum, Nikola Sgtoisavljevic, og í málið. So var 2-1, og tá ið seinni hálvleikur var eitt korter gamal varð 3-1. Miðverjin og fyrrverandi TB spælarin Heine Mortensen setti bóltin í netið eftir horna.
07 Vestur hevði gott tak á tí, men eitt sindur av spenningi kom í, tá ið Bressiljan Kastratati minkaði um munin við brotssparki, sum varð dømt, tá ið hann fór um koll.Tann spenningurin lúrdi eitt sindur í eitt korter. Seks minuttir undan leikloki var tað 17 ára gamli verjuspælarin Eiler Fróðason, sum vit høvdinum setti bóltin í málið.