Útsetti dysturin millum TB og Drátt í meistaradeildini hjá kvinnum, varð leiktur annan jóladag.
Úrslitið av dystinum gjørdist ein 3-1 sigur til TB, sum við hesum hevur lagt seg undir liðina á Mjølni í oddinum, nú grundspælið er liðugt. Bæði hava tey 16 stig. KÍF er á triðja plássinum við 10 stigum.
Við sigrinum á Drátti 2. jóladag, eru tvørakvinnur á odda í meistaradeildini, saman við kvinnunum úr Mjølni