TB vann stig ímóti favorittunum

1. DEILD: Gilli Rólatnsson Sørensen og hansara menn megnaðu málleysan javnleik ímóti B36

B36 hevur í langa tíð verið ovast á støðutalvuni í 1. deild. Soleiðis er tað ikki eftir 17. umfar. Í dag hevði B36 vitjan av TB, sum stríðist fyri at hanga í og varðveita møguleikan at flyta upp.

 

Tað gekk rættiliga javnt fyri seg, og tað endaði við málleysum javnleiki. Hagtølini siga, at B36 vann trý hornaspørk, og TB vann fýra hornaspørk.

 

Sambært dystir.fo var Gilli Rólantsson Sørensen hjá TB dagsins maður.

 

B36 hevur 31 stig og er tvey stig frá FC Suðuroy, sum er topplið við 33 stigum. TB er á fimta plássi við 26 stigum.

 

Um eina viku hittast TB og B36 aftur. Tá verður tað við Stórá í Trongisvági.