Flogbóltur
Tá ein venjari verður uppsagdur mitt í einum kappingarári, kemst tað sum oftast av, at úrslitini ikki hava staðið mát við vónirnar. Men vantandi úrslit vóru ikki grundin til, at flogbóltsdeildin hjá TB næstsíðsta sunnudag uppsegði samstarvið við italska venjaran Emanuele Leoni.
TB hevur vunnið allar dystirnar higartil í kappingini, men samstarvstrupulleikar førdu til, at venjarin varð uppsagdur. Virgar Dalsgaard er nú fyribils venjari hjá TB, og hann stóð á odda fyri liðnum, sum sunnudagin vann 3-1 móti Drátti. Virgar sigur, at tað sjálvandi er spell, at samstarvið er hildið uppat, men at tað ikki kundi vera øðrvísi.
TB fer nú at leita eftir einum nýggjum venjara. Hann verður helst eisini útlendskur, tí føroyski marknaðurin er ikki serliga stórur, og so slettis ikki, tá liðið, sum skal venjast, er úr Suðuroynni.
Í TB vóna tey at finna onkran, sum eisini kann leika við liðnum. Men kravið er, at ein slíkur leikari er betri enn teir føroysku, tí annars er einki endamál í at hava hann á liðnum.
Annars vísir Virgar Dalsgaard eisini á, at tað kann gerast trupult at fáa nakran venjara nú. Kappingarnar niðri á evropeiska meginlandinum eru í gongd, og flestu venjarar hava sáttmála við síni feløg. Eftir ársskiftið eru møguleikarnir kanska størri, heldur hann.
Tryggur sigur hóast alt
Við uppsøgnini av venjaranum segði TB eisini farvæl við annan av útlendsku leikarunum hjá sær, Lili Popescu úr Rumenia. Hin útlendski leikarin, Maja Popovic úr Bosnia, heldur kortini fram í TB, og hon var við, tá Dráttur sunnudagin vitjaði í Trongisvági.
Og tað merktist ikki serliga nógv á liðnum, at venjarin var farin. Sjálvandi sást tað aftur, at Lili Popescu ikki var við. TB kundi ikki avgera álopini so skjótt, sum tær fyrr hava gjørt, men av tí sama bleiv tað meira spæl og tí meira undirhaldandi hjá teimum, sum hugdu.
Og TB var eisini klárt betri fyri enn Dráttur. Eftir at hava tapt fyrsta sett 25-18 eydnaðist tað kortini Drátti at vinna næsta settið 26-24, men restina av dystinum var næstan eingin spenningur, og TB vann bæði triðja og fjórða sett 25-15.
Við hesum kom TB upp á tíggju stig, og leiðslan er enn trygg. Næsti dystur er á heimavølli móti Mjølni, sum er um at koma fyri seg, og um tvær vikur skulu TB-kvinnurnar so spæla úti móti ÍF, sum í løtuni er nærmasti kappingarneyti hjá TB. Eydnast tað eisini TB-kvinnunum at vinna hesar báðar dystirnar, hava tær vunnið sær eina stóra leiðslu, eisini sjálvt um stigini verða býtt í helvt aftaná ársskiftið.