Útbjóðingin av landgrunninum

Í dag verður eitt søguligt orðaskifti á Føroya Løgtingi. Tingmenn skulu taka støðu til eina útbjóðing av føroyska landgrunninum til oljuleiting. Eitt sera spennandi men so sanniliga eisini álvarsligt mál.

Nettup tí at hetta er fyrsta málið av sínum slag er tað umráðandi, at tingmenn bera seg skilagott at og viðgera málið í tí álvara, sum tað hevur uppiborið. Tá hugsað verður um, hvussu stórt og gott forarbeiði er gjørt av okkara oljumyndugleikum í samstarvi við útlendskar ráðgevar, so er greitt, at politikararnir hava eina lutvíst lætta uppgávu. Hinvegin er greitt, at nettup tí at hetta er fyrsta mál av sínum slag, kunnu vit rokna við einum rættiliga prinsipiellum orðaskifti, har eisini spurningurin um landspartamenning og útjaðarapolitikk kemur inn í myndina. Málið snýr seg um at vita, um olja og gass er í undirgrundini. Og er svarið játtandi, hvussu skulu hesi ríkidømi fáast upp á skilabesta hátt, so tey hava minst møgulig negativ árin á umhvørvið og samfelagið, og hvussu tryggja vit okkum, at býtið av ríkidøminum verður so rættvíst sum gjørligt ella sum tað verður sagt á oljumáli - ?a win to win situation?, tvs. at bæði eigarin og íleggjarin fáa nakað burtur úr. Her er tað so uppgávan hjá okkara embætisfólki og politikarum at finna ta røttu javnvágina, soleiðis at vit tryggja føroyska samfelagnum sín rætt til inntøkur og arbeiði, samtíðis sum vit gera tað áhugavert fyri teir, sum skulu gera íløgurnar. Afturvendandi spurningurin hevur eisini verið, hvørjar treytir føroyingar fóru at seta oljufeløgunum, sum vilja gera íløgur her. Nú er hetta so meira ella minni greitt, og tað sýnist ikki sum, at oljufeløgini lata seg ræða av treytunum, hóast tær eru harðari enn tær í Bretlandi. Sum heild má sigast, at uppskotið til komandi útbjóðing verður væl móttikið av umheiminum. Spurningurin er so, hvat politikararnir siga .


SKATTAREGLURNAR eru nokkso skilagott uppsettar.Í pakkanum er partafelagsskattur, framleiðslugjald og serskattur. Royalty er eitt amboð, ið virkar sum ein bruttoskattur ella framleiðsluavgjald. Tað góða við hesum amboði sæð frá einum føroyskum sjónarmiði er, at landskassin byrjar at fáa inntøkur so skjótt sum oljan fer at renna, um hon fer at renna. 2% er ikki so høgt, at tað styggir. Var royalty hægri, so kundi tað verið trupult at fingið minnni felt at hingið saman.Ein serskattur í trinum, ið gongur upp til eitt marginalskattaprocent uppá góð 57% er eisini skilagóður, tí tann hægsti satsurin traðkar bert inn, um heilt stór fund vera gjørd. Tað er gott at hava hettar inni, hóast menn kanska ikki vænta at gera so stór fund. Skuldi tað hent at so nógv var funnið, so hevur man nú eitt amboð at skúma fløtan við, meðan hettar ikki verður relevant, um "elefantar" ikki verða funnir, og so hevur hesin serskattur ongan skaða gjørt. Hesin serskattur er "just in case" at Føroyar gerst stórframleiðari. Og er tí eisini skilagóð planlegging inn í framtíðina.


PARTAFELAGSSKATTURIN uppá 27% er lágur í mun til grannalond. Var hesin partafelagsskattur 20%, so var kanska pláss fyri einari optión uppá eini 5% ella meira, eftirsum eitt landsoljufelag uppá núverandi tíðspunkt sær út til at vera trupult at fáa ígjøgnum, og harafturat kann vera trupult at stovna við so stuttum skoðbráði. Møguliga eiga tingmenn at umhugsa júst henda møguleikan við optión, tí tað vil tryggja føroyska samfelagnum luttøku í teimum góðu fundunum, sum verða gjørd. Tað er so eisini greitt, at henda optión bert verður aktuell, tá olja verður funnin.