Útbrent

Summir av bussunum hjá Bygdaleiðum eru nú givnir at koyra, tí eingin olja er eftir. Strandfaraskipini sigla tó framvegis, tí tey hava fingið undantaksloyvi frá arbeiðarafeløgunum til bæði at bunkra og proviantera

Verkfall


Bygdaleiðir, sum koyra í Eysturoy og Norðoyggjum eru steðgaðar. Orsøkin er stutt og greitt, at einki brennievni er eftir, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Landsins.
?Leið 400 koyrir langt og brúkar tí nógv brennievni. Og einki stað er at bunkra uttan á støðunum fram við rutuni, og tær eru tómar. Sostatt gerst einki annað enn at seta bussarnar, sigur hann.
Í Klaksvík verða oljugoymslurnar blokeraðar, so einki verður koyrt út haðani. Sostatt er sama skilið har, og bussarnir standa.
Hvussu leingi hinar leiðirnar fara t koyra, veit Poul Jákup Thomsen ikki at siga, men vísir til arbeiðarafeløgini.
Tað hevur undrað fólk, at bussarnir nú verða settir, meðan strandfaraskipini halda fram við at sigla. Ikki bara tað, at tey fáa brennievni. Tey poviantera eisini sum vanligt, vísa fólk, sum hava vent sær til Sosialin, á.
Hví so er, hevur Poul Jákup Thomsen ikki rættiliga hug at útgreina, men vísir aftur til arbeiðarafeløgini. Tað sama sigur hann um spurningin, hvussu leingi skipini sleppa at halda fram.
Monrad Kjælnes, skrivari hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at frá byrjan varð gjørt av, at strandfaraskipini skuldu sleppa undan verkfallinum í tann mun, at tey bara sleppa at flyta ferðafók. Farmur má ikki flytast við teimum. Hendir tað, verða tey løgd við brestin.
At tey bunkra og proviantera sum vanligt, er ikki heilt rætt kortini, hóast tey gera tað. Tað verður nevniliga gjøt undir eftirliti, sigur skrivarin hjá Havnar Arbeiðsmannfelag. Fólk frá feløgunum er við, tá teir proviantera, fyri at tryggja sær, at teir ikki taka annað enn tað, sum brúk er fyri, umborð.
At bussar og strandfaraskip fáa hvør sína viðgerð, kemst av, sigur Monrad Kjælnes, at tey, hóast uppgávurnar líkjast í ávísan mun, kortini hava ógvuliga ymiskar uppgávur. Skipini flyta fólk um firðir og sund, har ikki landfast er. Tey, sum nýta bussarnar, hava hóast alt møguleika at ferðast á annan hátt, sigur hann.
Heldur ikki flúgvingin hjá tyrluni er steðgað, sigur arbeiðsmannfelagsskrivarin. Tyrlan flýgur til útoyggjarnar, og har er sama skipan sum við skipunum galdandi.