Danska TDC droppar kinesiska Huawei og velur í staðin at byggja 5G netið út í samstarvið við svenska Ericsson. Tað skrivar telefelagið í tíðindaskrivi. Kinesiski telerisin er valdur frá.
Tað lá í kortunum, at Huawei skuldi hava ein leiklut í 5G netinum hjá TDC. Afturi í 2013 var tað júst Ericsson, sum varð valt frá í staðin fyri Huawei.
Huawei er í fleiri londum undir illgruna fyri at lata upplýsingar víðari til kinesiska statin. Í USA og í Stórabretlandi hava tey noktað Huawei at vera veitari til internetsambond.
Í Danmark hevur Banedanmark slept einum sáttmála við netútgerð frá júst Huawei.
Í tíðindaskrivinum upplýsir TDC, at felagið fer at kunna veita 5G-net í øllum Danmark longu við árslok næsta ár
Stjórin Allison Kirkeby dylur ikki fyri, at fleiri hava verið um boðið, tá TDC skuldi velja felaga at byggja 5G netið.
– Farna árið hevur TDC samráðst við fleiri veitarar um útbyggingina, sigur hon í tíðindaskrivinum.
Hon sigur seg vera fegna um at hava valt Ericsson, og »harvið kunna byrja eitt nýtt og spennandi kapittul við tráðleysum sambandi í Danmar og Skandivavia«.
5G er millum annað skjótari interneti við hægri megi.
/ritzau/