Team Easy On viðgongur doping

Á tíðindafundi í morgun kunngjørdi Team Easy On, at teir eisini hava brúkt doping - Ja. Vit hava eisini brúkt doping. Eina rúgvu av doping. Soleiðis fullu orðini, tá Henning Primdahl, venjari hjá Team Easy On, kunngjørdi at báðir hansara súkklarar, Pim de Keysegracht og Bobby Olsen, hava nýtt ólóglig stimbrandi evni, tá teir hava kappast.

Misnýtslan gongur heilt aftur til 29. maj 1984 og til í dag.

- So seint sum í gjárkvøldið tó Pim speed, greiddi Henning Primdahl frá. Hann segði eisini, at orsøkin til misnýtsluna er júst hin sama sum hjá Bjarne Riis, Jan Ulrich og hinum súkklarunum.

Síðani varð listin yvir ólógligu evnini kunngjørdur: Epo, amfetamin, speed, sterodir, hassj, heroin, kokain, skunk, crack, opium, LSD, fantacy og morfin, las Pim de Keysegracht upp, og Henning Primdahl legði aftrat:

- Tað er soleiðis tað er. Hetta er sannleikin.

Eisini Bobby Olsen slapp til orðanna á fundinum, og var talan um ein kenslubornan súkklara, sum viðgekk sínar syndir.

- Eg havi tikið epo, segði Bobby Olsen og brast so út úr at gráta. Síðani bað hann Henning Primdahl, Pim de Keysegracht og foreldrum sínum um umbering.