Team Klaksvík fekk ikki steðgað Hans Eli

KÍF heldur lív í lítlu vónini um hálvfinalurnar

Team Klaksvík - StÍF 27-32 (12-14)

 

Einasti hondbóltsdystur hetta vikuskiftið var leiktur í Klaksvík í dag.

Har tók Team Klaksvík móti KÍF, og tað vóru kollfirðingar, ið høvdu meira at spæla fyri.

KÍF hevur framvegis ástøðiligan møguleika at røkka hálvfinalunum, meðan Team Klaksvík bert hevur fingið tvey stig alt kappingarárið.

 

Hendan støðan broyttist ikki í dag, tí KÍF vann við úrslitinum 27-32.

Hans Eli Sigurbjørnsson hevði aftur í dag stillað kanónina væl, tí við 16 málum - har av trý vóru eftir brotskøst -  gjørdi hann sítt til at KÍF hevði eina lítla leiðslu so at siga allan dystin.

Team Klaksvík var tó bert aftanfyri við tveimum miðskeiðis í seinna hálvleiki, men so gjørdu kollfirðingar arbeiðið liðugt.

 

Sostatt liggur KÍF á fimta plássi í Okkaradeildini við 18 stigum. Kyndil er á avgerandi fjórða plássinum við 19 stigum

KÍF hevur tó bert ein dyst eftir at leika, meðan Kyndil hevur tveir.

Tískil skal KÍF vinna á VÍF næsta sunnudag, og samstundis vóna at Kyndil ikki fær stig móti Neistanum og StÍF komandi tveir sunnudagarnar, um tað skal eydnast kollfirðingum at spæla seg í hálvfinalurnar.

 

Team Klaksvík - KÍF 27-32 (12-14)

Málskjúttar hjá Team Klaksvík:

Sámal á Tjaldrafløtti 8, Hørður F. Sigþórsson 6, Christoffer Madsen 6, Petur Martin Eliasen 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Finnur Hansson 2

 

Málskjúttar hjá KÍF:

Hans Eli Sigurbjørnsson 16, Atli L. Hammer 5, Vilhelm Magnussen 4, Teitur Joensen 3, Borko Cupara 2, Jákup Trygvason 1, Ási Dam 1