Team Klaksvík boðar í kvøld frá at felagið hevur sett nýggjan ungdómsvenjara til komandi kappingarár.
Talan er um danan Mark Dyrhberg Dahl, sum í løtuni starvast sum talent venjari í Herning kommunu. Umframt tað er Mark Dyrhberg Dahl eisini hjálparvenjari á danska deyvahondbóltslandsliðnum.
Team Klaksvík skrivar at Mark Dyrhberg Dahl kemur til landið í august og at tey í felagnum gleða seg nógv til samstarvið við Mark.
Í Klaksvík er gott í væntu á mannfólkasíðuni í hondbólti. Sunnudagin vann U-14 liðið hjá Team Klaksvík nevniliga silvur í Faxe Kondi steypakappingini.