Tað er beinhørð kapping um týðandi fjórða plássið í Burn mansdeildini, og í skrivandi stund er tað Team Klaksvík sum er á fjórða plássinum, ið gevur atgongd til FM-endaspælið.
Team Klaksvík vann í kvøld ein sera týðandi 24-21 sigur á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn. Kyndil var annars á odda 9-8 í steðginum.
Team Klaksvík og StÍF hava bæði 11 stig fyri 14 dystir, og júst hesi bæði liðini møtast í Badmintonhøllini í Klaksvík um átta dagar.
Kyndil-Team Klaksvík 21-24 (9-8)
Málskjúttar Kyndil: Kristoffur Bjørgvin 6, Ovi Lützen 4, Tróndur Wardum 3, Andrias Bárðarson 3, Jákup Jørgensen 3, Tummas Sørensen 2.
Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 9, Valentino Valentakovic 5, Beinir Johannesen 4, Ludvík Súnason 2, Jens Pauli Mohr 2, Sámal Jákup Djurhuus 1, Sámal á Tjaldrafløtti 1.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 (hevur vunnið seg í FM-endaspælið) | 14 | 443 | 329 | 114 | 24 |
KÍF (hevur vunnið seg í FM-endaspælið) | 13 | 358 | 326 | 32 | 20 |
VÍF | 14 | 395 | 371 | 24 | 14 |
TEAM KLAKSVÍK | 14 | 380 | 407 | -27 | 11 |
STÍF | 14 | 384 | 442 | -58 | 11 |
NEISTIN | 12 | 338 | 350 | -12 | 8 |
KYNDIL | 15 | 355 | 428 | -73 | 8 |