Team Rynkeby Føroyar sending á Rás2

Seinnapartin í dag verður sersending á Rás2, har vinnarin av ferðini til París verður kunngjørdur

Team Rynkeby Føroyar, sum í summar skal súkkla úr Klaksvík til París, hevur í dag sending á Rás2, har tosað verður við luttakarar, fyriskiparar og umboð fyri Krabbameinsfelagið, ið fær ágóðan av innsavningini.

 

Umframt tað, so verður eisini drigið lut í SMS kappingini, har vinningurin er ein ferð fyri tvey til París í eina viku. Tað er framvegis møguleiki at luttaka í kappingini við at senda SMS við tekstinum “Frakland” til 1914. Kostnaður fyri hvørt SMS er 25 krónur. Allur peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.

 

Drigið verður klokkan 16.45. Seinasta freist at senda SMS er klokkan 16.30.

 

Sendingin byrjar klokkan 15.