Nú eitt umfar er eftir at leika kann staðfestast, at liðið hjá Paula Mittún og Pæturi Mikkjalssyni, Team Sydhavsøerne kemur at enda á einum fjórða ella fimta plássi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í tí seinasta heimadystinum í Lollands Bank Arena í Maribo eydnaðist suðuroyggjamonnum at vinna 34-28 á Aarhus, ið skal spæla um uppflyting til bestu deildina. Í steðginum var Aarhus á odda 16-13, men heimaliðið vann seinna hálvleik 21-12. Pauli var noteraður fyri eitt mál.
Team Sydhavsøerne endar kappingarárið á útivølli móti Norddjurs. Dysturin verður leiktur sunnudagin 29. mars.
Í morgin klokkan 12 spælir liðið hjá Leivi Mortensen, Janusi Dam Djurhuus, og Jónasi G. Djurhuus, HC Keypmannahavn dyst á heimavølli móti Give, ið longu eru fluttir niður. Vinnur føroyingaliðið hava teir 15 stig eins og liðið hjá Kjartani Johansen, Vendsyssel sum liggur á sera týðandi fjórðaftasta plássinum. Sunnudagin klokkan 14 hevur Vendsyssel dyst á heimavølli móti oddaliðnum, Skive, ið kann tryggja sær at vinna deildina við einum sigri á Vendsyssel.










