Í 07 Vestur mugu tey bíða eina viku, áðrenn tað verður greitt, um liðið sleppur undan at flyta niður úr bestu deildini
Tað verður ikki fyrrenn um eina viku, at tað í síðsta umfari í næstbestu deildini verður avgjørt, um B68 fer at flyta upp og harvið um 07 Vestur fer at flyta niður úr bestu deildini.
Í dag tapti KÍ 3-1 á útivølli ímóti Giza Hoyvík. Orsaka av nógvum vindi varð tann dysturin fluttur úr Hoyvík og oman í Gundadali.
Í dag tapti B68 2-0 á útivølli ímóti AB. Tann dysturin varð fluttur av Argjum og heim í Gundadal og á Tórsvøll.
Úrslitini í Gundadali bera við sær, at B68 er á fjórða plássi við 43 stigum, og at KÍ er á triðja plássi við 46 stigum.
Málmunurin hjá KÍ er +26.
Málmunurin hjá B68 er +12.
Síðsta umfar í næstbestu deildini verður leygardagin klokkan 12.30.
KÍ skal spæla á heimavølli ímóti AB.
B68 skal spæla á heimavølli ímóti ÍF.
Fyri møguleikan hjá B68 at flyta upp er avgerandi, at B68 vinnur ímóti ÍF, sum higartil einki stig hevur vunnið. Tað er eisini avgerandi, at KÍ einki stig fær burturúr á heimavølli ímóti AB.
Um B68 vinnur á ÍF, og um KÍ tapir ímóti AB, so verður málmunurin avgerandi.
Í løtuni er málmunurin hjá KÍ +14 betri, enn hann er hjá B68.
Tað vil siga, at um KÍ tapir eitt nú 2-0 á heimavølli ímóti AB, so skal B68 vinna 12-0 ímóti ÍF, sum hevur lagt rygg til fleiri stórtap.