Í síðstu løtu eydnaðist tað Víkingi at javna til 1-1. Tað endaði 1-1 í Gøtu ímillum Víking og B36.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist tað heimaliðnum at javna. Málskjútti var miðvallarin Sam Jacobsen, sum umsetti brotsspark til mál.
Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí hann metti, at innskifti Hjartvard Hansen hjá Víkingi var feldur í brotsteiginum.
- Eitt stig í Gøtu er ikki vánaligt úrslit, tí hetta er ein tann torførasti útidysturin. Men vit eru vónbrotnir yvir, at tað eydnaðist teimum at fáa brotsspark og mál í síðstu løtu, tí vit megnaðu annars væl at halda teimum frá upplagdum møguleikum, staðfesti annar av B36 venjarunum, Mikkjal Thomassen, í samrøðu við Rás2.
Atli Gregersen, liðformaður hjá Víkingi, var bæði nøgdur og ikki:
- Tá ið vit skora í 93. minutti, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir. Men vit kunnu ikki vera nøgdir við hugburðin, tí hetta minti mest um ein summardyst. Alt í alt haldi eg tó, at vit áttu eitt stig.
Víkingur-B36 1-1 (0-0)
Dómari: Lars Múller
0-1: Símun Joensen 60.
1-1: Sam Jacobsen br 90
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus (Hanus Jacobsen, 72.) - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Símun Hansen (Hjartvard Hansen, 79.), Evrard Blé (Niclas Niclasen, 78.), Kaj Leo í Bartalsstovu - Finnur Justinussen
Gult kort: Atli Gregersen, Evrard Blé, Finnur Justinussen
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Súni Olsen (Kenneth Jacobsen, 87.) - Jákup á Borg (Ingi Højsted, 77.), Lukasz Cielsewicz
Gult kort: Ingi Højsted
----
B36 er á odda 1-0 í Sarpugerði.
1. hálvleikur var ógvuliga linligur, og málmøguleikarnir vóru ikki nógvir og serliga stórir.
Eftir ein tíma hevur B36 lagt seg á odda 1-0. Málskjútti var Símun Joensen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at Lukasz Cieslewicz hevði lagt innfyri.
Talan var um skjótt mótálop, sum Símun Joensen sjálvur byrjaði aftarlaga í vinstru. Heini í Skorini var eisini við í uppspælinum.
Víkingur hevur roynt at seta meiri ferð á, nú teir eru aftanfyri 1-0.