Teir elska stilettir

Menn fílast ofta á, at daman eigur minst 50 pør av skóm. Lá tað til hann, átti hon bara einar høghælaðar skógvar. Tí mannfólk elska stilettir.

– Daman við høgum hælum sær klænri út og brúkar mjadnarnar, tá hon gongur. Í veruleikanum ímyndar maðurin sær, at longu beinini krøkja seg rundan um hann, sigur Marit Holm Petersen, kærleiksráðgevi

Ein maður situr á einum beinki í SMS og bíðar. Ein flott dama kemur framvið. Men hon er í renniskóm og sleppur ósædd framvið. Maðurin ikki so frægt sum hyggur upp.

Løtu seinni kemur ein onnur dama. Fótafetini hoyrast væl, ikki minst tí gongulagið er ójavnt. Men maðurin bíðar við at hyggja, til hon er farin framvið. Tá leita eyguni eftir metalliska ljóðinum á harða gólvinum. Spakuliga líta eyguni upp eftir beinunum, men longu við knøini vaknar hann úr dreyminum. Beinini eru boygd, sum á kúgv. Eins og ryggurin, kropin, sum undir tungari byrðu. Nú veit maðurin, hví frekvensurin var ójavnur. Daman dugdi ikki at ganga í høgum hælum. So hon verður skjótt gloymd, óansæð, hvussu vøkur hon annars var.

Triðja daman kemur gangandi – tripp, trapp, tripp, trapp móti harða gólvinum. Sum stemplið á einum vælkoyrandi V12 motori, eitt taktfast pendul. Maðurin er nú spentur og hevur gloymt alt um fyrru damuna. Eyguni fylgja ljóðinum og finna beinini: sterk, strekt og long. Høvdið er høgt, reyvin stendur út í loft og mjadnarnar danda eggjandi sum væl smurd kúluleiðir.

Maðurin smílist, goymir hana í minninum og tekur myndina við sær til hús.


Stílfullar stilettir

Í hesi lítlu ímyndaðu støðuni kemur nógv fram um, hví mannfólk elska stilettir. Marit Holm Petersen, kærleiksráðgevi, sum er so heppin at hava kærleika sum arbeiðsøki, heldur, at skógvar eru sera áhugaverdir og hava stóran týdning fyri bæði kynini.

- Menn eru ómetaliga visuellir, og teir hyggja eftir, hvussu kvinnan ber seg. Tær, sum duga at ganga í stilettum, fáa eitt beinari og stoltari gongulag, tykjast klænri og brúka mjadnarnar, tá tær ganga. Afturat tí er okkurt við, at mannfólkum dámar væl, at beinini gerast longri, tí so kunnu teir ímynda sær longu beinini rundan um seg, sigur Marit Holm Petersen.

Hon greiðir somuleiðis frá, at menn ikki minnast, hvønn lit skógvurin hevur, men teir leggja til merkis, at kvinnan trívist og dugir at bera seg. Hetta síggja teir sum eitt tekin um, at hon eisini er djørv og frí seksuelt.

- Menn vita ikki altíð, hví kvinnur í høgum hælum eru so lekkrar. Men teir skulu nokk sleva, tá ein kvinna gongur framvið, frísk og frek á stilettum. Og teir síggja eisini á gongulagnum, hvussu undirlívið er fyri, sigur kærleiksráðgevin.


Dandandi mjadnar

Marit Holm Petersen greiðir frá, at gongulagið hevur alt at siga. Kroppurin skal vera strektur, og beinini skulu ikki vera boygd. Heldur ikki skal kroppurin detta framyvir. Føturnir skulu liggja væl í skónum, og allur fóturin skal traðka niður, annars gongur galið.

- Men týdningarmest av øllum er, at kvinnan kennir seg væl, tí tað sæst beinanvegin, sigur Marit Holm Petersen, sum eisini er sannførd um, at stilettir kunnu bjarga kvinnuliga gongulagnum.

- Gongur tú bara í fløtum breiðum skóm, verða føturnir sum luffur, og tú gloymir at brúka mjadnarnar, tá tú gongur, staðfestir hon.


Menn eru einfaldir

Men stilettir eri ikki bara stilettir. Tær eru at finna í ymiskum hæddum, og við ymiskum hælum, sum allir hava til endamáls at fáa kvinnuna at síggja hægri út.

- Menn eru so einfaldir. Teir blíva glaðari tess hægri og smalri skógvurin er. Men kvinnur mugu kortini finna markið millum stíl og at síggja bíligar út. Tær skulu helst ikki líkjast skøkjum, tí tá skulu hinar kvinnurnar nokk fáa okkurt at tosa um, greiðir Marit Holm Petersen frá.

Hon metir tó, at kvinnur vita rættiliga væl sjálvar hvat høvi hvørjir skógvar eru hóskandi til. Tí skulu tær eisini eiga so nógv ymisk pør av skóm.


Fóturin sum sexobjekt

Føtur eru millum mest erogenu zonurnar á kroppinum.

- Her í Føroyum vísa vit okkum vanliga ikki berføtt. Føturnir eru til at traðka á, og verða ikki mettir sum serliga seksutir. Men mannfólk dáma væl at síggja eitt sindur av fótinum ella allan fótin, sigur Marit Holm Petersen.

Eystanfyri hevur fóturin eisini altíð verið nakað serligt. Í Kina gera tey nógv burtur úr, og eitt nú vita vit frá akupunktur og zonuterapi, at fóturin ávirkar allan kroppin. Í Eysturlondum verða føturnir eisini ofta masseraðir, og nýttir til at massera við.

- Almenna fatanin í Føroyum er, eftir mínum tykki, at kynslívið annaðhvørt er avmarkað til at gera børn, ella tað reina porno. Tí duga vit ikki at virðismeta alt tað fína og vakra, sum er ímillum. Til dømis føturnar, og tað er spell, tí tað hava teir uppiborið, heldur Marit Holm Petersen, sum leggur afturat, at meðan skógvarnir hava fingið sítt uppiborna pláss í skápinum og hugaheiminum, so hava føturnar ikki nakað tilvitað pláss her í landinum. Kvinnur skammast snøgt sagt av fótum sínum.


Skrúvibløð ella skógvar

Tá samanum kemur, so elska vit mannfólk høgar hælir. Tað vísir óvísindaliga kanningin her á síðuni.

Marit Holm Petersen heldur ikki, at mannfólk skulu royna at skilja, hví kvinnur vilja hava so nógvar skógvar.

- Tað er tað sama sum við skrúvibløðum hjá mannfólki. Teir skulu hava 50 ymisk skrúvibløð, og vit skulu hava 50 ymisk pør av skóm. Vit skulu ikki stríðast við at royna at skilja, men heldur góðtaka hvønn annan, sigur hon.

Og so nýtast mannfólkini heldur ikki at blanda seg uppí, hvussu nógvar pengar kvinnan brúkar til skógvar. Tí í flestu førum elska mannfólk tað, sum skógvarnir gera við kvinnuna.


--


Fakta:

Longu í gamla Egyptalandi vóru høgir hælir eitt hitt.

Bæði kvinnur og menn brúktu høgar hælir í Fraklandi í 1500-talinum.

- Ein franskur sniðgevi hevur sagt, at høgir hælir eru uppfunnir fyri at fáa kvinnur at ganga spakuligari, tí tað er meira stílfult.