Teir fara lætt um sannleikan

Mánakvøldið var tann fyrsta politiska framløgusendingin í útvarpinum. Tað var Kristiligi Fólkaflokkurin, sum legði fyri.

Valevnini gramdu seg illa um støðuna hjá pensionistunum í Føroyum. Tað var onki mark fyri, hvat flokkurin vildi gera, um hann fekk undirtøku á valinum.

Men lat okkum líta nøkur ár aftur um bak. Á vári í 1988 legði undirritaði, sum táverandi landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, fram uppskotið um samhaldsfasta. Kristiligi fólkaflokkurin tók als ikki undir við uppskotinum. Hetta er so ein sannleiki í spurninginum um støðuna hjá pensionistunum í Føroyum.

Tvey ár seinni ? tann 4. oktober 1990, legði kristiligi fólkaflokkurin, saman við hinum fólkaflokkinum, fram uppskot um, at seta lógina um samhaldsfastan arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn úr gildi. Tað varð gjørt við løgtingsmáli nr. 18/1990 (løgtingstíðindi 1990 blaðsíða 107 og 108).

Hetta er so ein annar sannleiki í spurninginum um støðuna hjá pensionistunum í Føroyum. Men av tí at løgtingsval varð útskrivað, kom uppskotið hjá kristiliga fólkaflokkinum, um at seta lógina um samhaldsfasta úr gildi, ongantíð til atkvøðugreiðslu í tinginum. Og vit í Javnaðarflokkinum siga tíbetur.

Frá 1. apríl 1997 fingu allir pensionistar í Føroyum eitt gjald úr samhaldsfasta. Í løtuni er gjaldið 525 kr. um mánaðin. Um so hevði verið, at kristiligi fólkaflokkurin fekk sín vilja í 1988 ella í 1990, so høvdu føroyskir pensionistar verið 525 kr. verri fyri um mánaðin. Hetta er tann avgerandi sannleikin í spurninginum um støðuna hjá pensionistunum í Føroyum.

Javnaðarflokkurin hevur nú sett sær fyri, at vit beinan vegin vilja hækka árligu veitingina hjá pensionistunum við 12.000,00 kr. Hetta verður gjørt við at hækka fólkapensiónina og við at menna samhaldsfasta. Tí er tað sjálvsagt, at allir fólkapensionistar í landinum seta X við lista C ella eitt av valevnunum á javnaðarlistanum.

Gott val!


Vilhelm Johannesen