Teir í Hólmanum ætla at koppa tí á

Fyri tveimum árum síðani reisti EB/Streymur seg á heimavølli eftir í fyrra førinum at hava verið fyri trivaligum tapi

Greipuvinnararnir í HB fyrireika seg at fara norður aftur í Hólman á Eiði. Har vitjaðu teir næstsíðsta sunnudag, og tá fóru teir suður aftur við trivaligum 3-0 sigri. Síðani tá hevur EB/Streymur verið partur av 1-1 dysti í Trongisvági, og HB varð sunnudagin mint á, at tað ikki altíð er eitt spæl at vera favorittur. HB vann sunnudagin 1-0 ímóti B68, sum gjørdi sjálvmál beinanvegin.

 

Í 2019 var HB tvær ferðir í Hólmanum á Eiði. Fyrru ferðina vann HB 3-0, meðan EB/Streymur vann seinna dystin 1-0. Málskjútti ta ferðina var Ragnar Samuelsen, ið var leigaður úr B36.

 

Tað er stór kapping um plássini á HB liðnum. Í gjárkvøldið var álopsspælarin Mads Mikkelsen á næstbesta liðnum, sum tapti 2-1 ímóti KÍ. Merkisvert er tað, hvussu lítlan leiklut Hilmar Leon Jakobsen hevur havt seinastu ferðirnar. Ímóti B68 varð hann skiftur inn í 94. minutti. Í fjør skoraði hann 12 mál í landskappingini. Higartil í ár hevur hann sambært faroesoccer.com verið á vøllinum í 463 minuttum í 8 dystum og skorað eitt mál – í 5-2 heimasigrinum ímóti NSÍ í fyrsta umfari.

 

Hjá EB/Streymi eru Tóki H. Johannesen og Gutti Dahl-Olsen so mikið skaðadarvaðir, at teir ikki eru tøkir.