Teir náddu tað ævigu havnina

? Sjógvurin var ikki kargur, tá ið hann tók við sær dýrabæran fong niður í dýpið, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður á minningarhaldi yvir teir sjólætnu í gjár

 

Í gjár vóru minningarhald um alt landið til minnis um teir føroyingar ið eru deyðir á sjónum hetta seinasta árið.

Og sum gamal siður er, tók eisini Føroya Løgmaður lut í minningarhaldinum á Sjómansheiminum í Havn í gjáramorgunin og aftaná legði hann krans við minnisvarðan uppi í viðalundini.

Í minningarrøðu síni segði løgmaður, at úr sjónmum er tað komið, ið

mest hevur

lívbjargað okkum føroyingum í farnum øldum.

? Og soleiðis er enn, hóast sannast má sum skaldið MC Restorff yrkir í sanginum ?føroyingar?, at ?mangan sjógvurin var kargur og máttloysi tók sær vald.?

? Men sjógvurin var ikki kargur tá ið hann tók við sær dýrabæran fong niður í dýpið:

Hetta vóru pápar, synir, brøður og menn, sum vóru elskaðir av sínum kæru og sum stríddust fyri dagliga uppihaldinum hjá tykkum, ið nú sita eftir í stórari sorg - og djúpari sakni enn dýpið á hinum velduga havi, ið tók tykkara kæru. Ein sorg og ein saknur, ið hvønn dag nítur í hjartarótum tykkara, eins og støðug pína og kvøl, ið aldri gevst.

Løgmaður helt, at sum vit minnast teir av landsins synum, ið fórust í dagliga yrki teirra fyri land og fólk, eiga at eisini at minnast tær kvinnur, ið fingu ta lagnu einsamallar at fáa ein mangan stóran barnaflokk undan við hjálp frá Gudi og góðum fólki.

?Hesar kvinnur, ið gjørdu menn og synir sínar klárar til skipstúr og sum eftir at hava lagt seinasta plaggið í skipssekkin, fóru eftir Nýggja Testamenti, sum tær við eini stillari bøn løgdu ovast í sekkin áðrenn bundið varð fyri.

Løgmaður segði, at í Skriftini verður oftani nevnt um sjógv og hav. Eitt av teim orðum, ið sjómenn oftani taka til, eru orðini í Sálmi 107:

?Glaðir vóru teir, tí av stilti, og Hann leiddi teir til havnina, ið teir tráaðu eftir.?

? Teir, ið vit minnast her í dag komu ikki aftur í nakra føroyska havn. Teir náddu eina aðra havn! Teir náddu ta ævigu havnina. Ein av kendastu sjómanssangum okkara sigur tað soleiðis:

Lat akker falla! Eg náddi havn -

Farvæl, tú brúsandi bylgja!

Eg trygt meg leggi í Jesu favn,

Hans sum mær her vildi fylgja.

Og kendar røddir meg blíðar kalla,

sum akker míni so stilt nú falla

við lívsins ljósu, føgru strond.

Eins og sjómenn okkara funnu troyst í hesum orðum, soleiðis ynskja vit at tit, ið hava mist ein av tykkara kæru á havinum, eisini skulu kenna somu troyst, segði Anfinn Kallsberg

Hann endaði við at siga, at Føroya landsstýri og øll hin føroyska tjóðin minnist við takksemi og virðing teir, ið farnir eru og stendur saman við tykkum, ið hava mist so nógv. Jesus styrki tykkum í sorgini og sakninum!

Friður veri við minni teirra.