Teir ringdu í hálvleikinum

Tað gekk skjótt fyri seg, tá Birmingham legði seg eftir Inga Højsted. Teir vildu hava spælaran til Onglands, og tað fingu teir eisini

Ingi

Gjøgnum alt árið - og serliga eftir góðu UEFA-Cup avrikini - vóru fleiri feløg, sum sýndu Inga Højsted ans. Nógvir fyrispurningar vóru um royndarvenjingar, men í fyrstu atløgu valdu Ingi og umboðsmaður hansara, Jákup í Stórustovu, at bíða.
Men tá Birmingham kom inn í myndina, vildu teir hava, at hetta skuldi ganga skjótt fyri seg, staðfestir Jákup.
Sum so Birmingham als ikki inni í myndini, fyrr enn Føroyar tann 8. oktober spældu útidyst móti Ísrael. Har vóru umboð fyri enska felagið til staðar, og tá fyrstu trý korterini vóru av, høvdu hesi sæð nóg mikið.
- Teir ringdu til mín í hálvleikinum, og boðini vóru stutt og greið. Teir vildu hava Inga til felagið - og tað skuldi vera skjótast gjørligt. Nakra royndarvenjing varð als ikki tosað um, staðfestir Jákup í Stórustovu.
Og umboðsmaðurin fegnast annars um, at Ingi nú hevur tikið hetta risa-stóra fetið inn í Premier League.
- Tað vísir eisini, at Ingi er serstakur. Eftir skaðarnar í Arsenal vóru mong, sum hildu tað vera eitt afturstig, at hann kom aftur til Føroya. Men hevur - eins og Súni Olsen - prógvað, at tað væl ber til at koma heim, fyri síðani aftur at seta kós úteftir. Og sum so er tað eisini hóskandi, at tað júst er Ingi, sum er fyrsti føroyingurin, sum veruliga kemur í Premier League. Hann var jú eisini tann fyrsti, sum kom til eitt enskt felag sum lærlingur, so í so máta er ringurin nú liðugur, heldur Jákup.