Teir óroyndu sleppa at royna seg

Tað verður ikki fyrr enn í seinna landsdystinum móti Kasakstan, at Føroyar vera í sterkastu uppstilling. Fyrra dystin sleppa helst fleiri nýggj andlit at royna seg í landsliðsbúnanum

Landsdystur

Tað er nú nakað síðani, at tað var greitt, at Føroyar í vár skulu spæla tveir landsdystir móti Kasakstan. Upprunaliga var ætlanin, at hesir skuldu leikast 25. og 27. apríl, men hetta er nú flutt tveir dagar, soleiðis at talan ístaðin verður um 27. og 29. apríl.
Orsøkin til hetta eru sonevndu landsdystarterminirnar hjá UEFA, har ásett verður, hvørjar dagar ymsu feløgini í Europa skulu rokna við, at leikarar eru burtur, soleiðis at kappingarnar kunnu leggjast, uttan at liga- og landsdystir renna hvørt um annað.

Uttan HB og útisetar
Landsdystartermin hjá UEFA er hesa ferð 29. og 30. apríl, og fyri føroysku útisetarnar merkir tað, at teir ikki fáa frí til fyrra landsdystin. Samstundis er dysturin millum føroysku og íslendsku meistararnar á skránni, og tað merkir so eisini, at eingin leikari úr HB kann roknast at vera ímillum teir, sum vera til fyrra dystin móti Kasakstan.
Tað merkir, at í mun til venjingarleguna í Spania vera Bárður Johannesen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum, Johan B. Hansen og Ingi Højsted ikki við í hópinum. Hartil er eisini greitt, at Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, Christian Høgni Jacobsen og Jákup Mikkelsen ikki kunnu takst við, umframt sjálvandi Todi Jónsson, skuldi tað hent seg, at hann aftur segði seg vera tøkan til landsliðið. Afturat hesum kann eisini nevnast, at nakrir av teimum, sum vanliga eru í hópinum, í løtuni dragast við skaðar, so roknast kann við, at fráveran verður enn størri.
Fyri mong man ein slík frágongd í einum tykjast øgilig ? og kanska eisini ræðandi. Men hinvegin gevur hetta samstundis landsliðsvenjaranum høvið at síggja fleiri nýggj andlit í landsliðsbúnanum. Hetta seinasta árið hava fleiri leikarar verið framat landsliðnum og snoddað eitt sindur til atmosferuna har, og einki er at ivast í, at nógvir teirra fáa sín fyrsta landsdyst tann 27. apríl.
Til seinna dystin verður talan so vónandi um fullmannað føroyskt landslið.

Helst á grasi
Í Dimmalætting í gjár varð nevnt, at annar ella kanska báðir dystirnir móti Kasakstan skulu spælast á graslíkik, heldur enn grasvølli. Orsøkin til hetta er, at vanliga óvissan, sum altíð valdar um føroyska veðrið um hesa ársins tíð.
Ísak Mikladal, aðalskrvari í FSF, sigur um hetta, at verður veðrið soleiðis, at tað liggur kavi um alt landið seinast í apríl mánaði, so kann tað gerast neyðugt at fáa dystin á graslíki, sum í størri mun tolir eina veruliga kavarudding.
- Sum útgangsstøði skulu dystirnir tó spælast á grasi, men veðrið kann gera tað neyðugt at broyta hetta, og hetta eru teir í Kasakstan eisini kunnaðir um, og skilja teir støðuna fullvæl, sigur Ísak Mikladal.
Verður tað so, at dystirnir verða fluttir, verða teir helst leiktir í tveimum av trimum møguligum vøllum. Nevnliga Gøtu, Runavík ella Klaksvík. Hesir eru teir einastu í Føroyum, har sonevnda triðja ættarliðs graslíki er lagt á. Hesir eru teir, sum í nógv størstan mun líkjast veruligan grasvøllum, og í løtuni ger UEFA nakrar royndir, sum skulu vísa, hvørt hesir eru egnaðir til altjóða dystir.