B36-B68 0-0 (0-0)
Ikki var talan um tann stóra spenningin, tá oddaliðini bæði í bólki 2 skuldu leika seinasta dystin í bólkaspælinum leygardagin.
Frammanundan var givið, at líkamikið hvussu úrtøkan var í dystinum, so endaði B68 ovast, meðan B36 mátti taka til takkar við øðrum plássi í bólkinum.
Meðan liðini bæði hitaðu upp, varð eisini greitt, at hvørgin av venjarunum hevði í hyggju at satsa nakað serligt í hesum dysti, tí báðum liðunum væntaðu leikarar, sum vanliga teljast millum teir fyrstu ellivu á dómaraseðlinum.
Hjá heimliðnum slapp John Petersen at halda føðingardag heilt uttanfyri hópin, har hann eisini hevði ferðalag av álopsfelaganum, Jákup á Borg og miðvallarslítaranum, Jan Guttesen. Harumframt hevði Pelle Andersson eisini sett Mikkjal Thomassen og Jens Kristian Hansen á beinkin.
Hjá B68 hevði Jóannes Jacobsen valt at lata Jan Dam og Arnbjørn Danielsen hvíla seg, so teir heldur eru púrasta klárir, tá tað mánadagin verður farið undir landskappinga.
Lág leikferð
Sostatt væntaðu týðandi leikarar á báðum liðum, og satt at siga, so var tað eisini eyðsæð í dystinum, at tað sum so ikki var nøkur katastrofa, um eitt tap skuldi komið framvið.
Ferðin á spælinum var alla tíðina rættuliga lág, og í fyrra hálvleiki var sera langt millum málmøguleikarnar.
Seinna umfarið fingu fáu áskoðararnir eitt sindur meira at rópa um. Eitt sindur meira av ferð og hugflogið kom yvir spælið hjá báðum pørtum, og hetta viðførdi eisini spentar støður framman fyri bæði málini. Størsta møguleikan mundi Marcelo hava, tá hann gjrødist púra leysur í B36 brotsteiginum. Hann fintaði eitt skot, dróg framvið málverjanum, men tá skotið fall, var tað beint uttanvert stólpan. B36 hevði tó eisini sínar møguleikar, og harumframt høvdu báðir partar orsøk til at ilskast, tí dómarin ikki vildi geva teimum brotsspark.
Mótmælini vóru tó ikki so øgiliga harðlig, og hetta var eisini eitt gott barometur fyri, hvussu stóran, ella lítlan, týdning dysturin hevði.
Sum sagt, so nýttu báðir venjararnir høvið til at geva fleiri ungum leikarum møguleikan, og til teirra rós skal sigast, at eingin teirra dumpaði til próvtøkuna.
B36:
Pól N. Joensen - Klæmint Matras, Egil Zachariassen, Herbert í Lon Jacobsen - Kenneth Jacobsen, Rógvi Róin, Ronnie Samuelsen, Håkan Lundholm - Carl H. Høgnesen, Magni á Lakjuni, Dánjarl P. Johansen
B68:
Magnus Poulsen - Mannbjørn Nesá, Fróði Benjaminsen, Jákup Eli Olsen - Jan Petersen, Kristian Poulsen, Marlon Jorge, Øssur Hansen, Øssur Jacobsen - Súni Fríði Johansen, Marcello Marcelino
Dómari: Oddmar Andreasen