Hóast teir ikki høvdu vunnið síðani teir í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin á heimavølli gjørdu av við NSÍ, so vóru gøtumenn mettir sum størstu favorittarnir móti Sumba.
Í GÍ mettu teir, at størsta mótstøðan kanska kundi koma frá teimum sjálvum, tí teir skuldu undirmeta mótstøðuna, men hesin óttin vísti seg at vera ógrundaður.
Johan Nielsen hevði valt eina sera álopsrættaða útgangsstøðu við Henningi Jarnskor, sum higartil hevur verið fremsti álosmaðurin, á vongverjaplássinum í vinstru, og við Símuni Petur Justinussen á álopsplássinum, sum hann á yngri árum plagdi at vera toppskorari á.
Trý mál í fýra minuttir
Og Símun Petur Justinussen stórtreivst við at vera í álopinum. Hann skoraði fýra mál og var við í nógvum av hinum sjey.
Sumbingar høvdu varðliga útgangsstøðu, har tað meiri ráddi um at halda um tað, sum teir høvdu við, heldur enn at spæla álopssøkjandi, men henda fyritreytin brast longu, tá seks minuttir vóru farnir, og Sámal Joensen, sum tykist vera komin fyri seg aftur eftir løstin, sum helt honum burtur frá landsdystinum, setti hol á.
Næsta málið kom, tá fyrra umfarið var eitt korter gamalt, og so hevði Sumba sína besta løtu fram til fyrra umfarið var fjøruti minuttir gamalt. Tá skrædnaði, og eftir fýra minuttum skoraði heimaliðið tríggjar ferðir, m.a. Jóan Petur Olsen við einum fínum langskoti.
Munur á breiddini
Í 2. hálvleiki var eyðsýnt, at tað var stórur munur á breiddini í spælatilfarinum. Birgir Jørgensen, sum sumbingar hava fingið sær at styrkja um álopspartin, varð tikin úr í steðginum, og René Thomsen, sum annars hevur verið vandamiklasti álopsmaðurin, kom inn.
Hitt álopsplássið varð røkt av Eiriki Joensen, og tað var hann, sum skoraði til 6-1, tá seinna umfarið var átjan minuttir gamalt.
Málini hjá GÍ komu ofta eftir skjótt uppspæl, eftir at sumbingar vóru á veg í álop og mistu. Símun Petur Justinussen stútaði til 9-1, og hann økti til 10-1 við góðum langskoti.
Henning Jarnskor kom ikki á málskjúttaralistan hesa ferð, men hann var við í uppspælinum til fleiri mál, m.a. tað síðsta málið, sum vongspælarin í hinum borðinum, Rúni Justinussen, skoraði.
Súni Olsen kom ikki inn, fyrrenn tað restaði eitt korter. Gøtumenn valdu at spara hann, tí unglingarnir í gjárkvøldið skuldu spæla seinnu semifinaluna móti KÍ. Fyrri dysturin í Klaksvík mánakvøldið í síðstu viku endaði við 1-0 sigri til GÍ.