Anfinn Kallsberg heldur, at frágreiðingin hjá Ráðgevandi nevndini er sum hon plagar at vera, men at hon er meira bjartskygd enn áður.
Frágreiðingin vísir m.a. kortini á, at Landsstýrið eigur at føra ein meira miðvísan fíggjarpolitikk.
- Hví hevur Landsstýrið ikki lagt upp fyri at minka um uttanlandsskuldina, nú árið hevur hilnast betur enn væntað?
- Tað var Landsstýrið undan okkum, sum gjørdi avtalu við donsku stjórnina um at parkera skuldina til 1998, og at fáa javnvág á fíggjarlógina. Tað hava vit arbeitt eftir. 300 mió. krónur av skuldini hjá Landskassanum eru goldnar aftur í ár, og tað er væl, mett eftir skriftini á vegginum í 1995, sigur Anfinn Kallsberg.
Fleiri evnir
viðgjørd hesaferð
Hann vísir til, at arbeiðið við frágreiðingini hesaferð er øðrvísi enn áður, og at hon viðger fleiri mál, sum ikki fyrr hava verið atkomilig.
- Eitt nú hevur nevndin ikki áður viðgjørt sethúsalógina, sum teir eisini gera sær nógvan ómak at finnast at.
- Í 1994 var sethúsalóg um rentustuðul sett í gildi, fyri at geva fólki møguleikar at vera búgvandi í sethúsum sínum. Tað liggur í lógini, at rentustuðulin skal lækka sum frálíður, men um vit gera tað nú, so sum frágreiðingin mælir til, fara nógv at hava trupulleikar við at gjalda húsini, umframt at onnur noyðast at flyta, sigur landsstýrismaðurin, sum sigur seg ikki verða so fegnan um rentustuðulin til sethúsabygging.
Stuðulin fær fólk at byggja størri hús
Hansara sjónarmið er, at rentustuðulin fær fólk at byggja størri sethús. Skuldu tey goldið allar renturnar, so vóru fleiri smærri hús bygd í Føroyum.
- Vit kunnu kortini ikki minka ella avtaka rentustuðulin eftir einum degi. Fólk mugu vita, undir hvørjum treytum tey fara undir húsabygging. Tí verður neyðugt at avtaka rentustuðulin yvir ávíst áramál, sigur Anfinn Kallsberg.
- Er tað skilagott, ikki at hava nakað at standa ímóti við, um tíðirnar aftur gerast vánaligar?
- Fíggjarlógin hevur sum kunnugt bert tvær síður - inntøkur - og útreiðslur, og tað er bert ein háttur at fáa størri yvirskot á fíggjarlógini. Tað er við at minka um útreiðslurnar.
- Almennu útreiðslurnar eru øktar. Er tað skilagott?
- Tað er rætt, at ein lítil øking er í almennu útreiðslunum. Tað kemst av, at krøvini til fíggjarlógina eru so óluksáliga stór. Eingin torir at minka um útreiðslurnar. Allir flokkar vilja hava meir, sigur Anfinn Kallsberg.
- Er tað so als ikki neyðugt at spara?
- Jú, tá vit skulu gjalda aftur, mugu vit gera tað á útreiðslusíðuni, men vit hava, sum áður sagt, goldið 300 mió. krónur aftur í ár, og um vit skuldu goldið meir, so høvdu vit eisini megnað tað, sigur landsstýrismaðurin.
470 mió. krónur standa á fíggjarlógini næsta ár, til at umfíggja ella gjalda skuld við, men tað er ikki viðmerkt, um peningurin er til at gjalda út ella umfíggja lán við.
- Vit skulu hava í huga, at yvirskot á fíggjarlógini skapar betri gjaldføri, sigur landsstýrismaðurin og ótolnast at svara spurningum, sum Ráðgevandi nevndin hevur reist í síni frágreiðing.
- Teir sláa á nýggjar tagentar hesaferð, tí teir síggja útreiðslustøðið á fíggjarlógini. Tað hava teir ikki sæð áður. Tað er sjálvandi positivt at tosa um tað, heldur hann kortini.
Landsstýrismaðurin nevnir tveir lutir, sum hava týdning í hesum máli. Annar er, at allir flokkar berjast um at fáa sum mest burturúr í fíggjarlógaruppskotinum, og hin er, at tað er umráðandi ikki at tátta ov nógv í.
- Frágreiðingin nevnir júst, at fíggjarligu skerjingarnar í 93 og 94, eru orsøk til góða úrslitið í dag?
- Tað er rætt, at tað í árunum 1993 og 94 var ógvuliga nógv táttað í. Avleiðingin var, at 10 pst. av fólkinum fluttu av landinum og 20 pst. fluttu úr sethúsunum, ella sita eftir við stórari skuld.
Anfinn Kallsberg ásannar, at hægri er til loftið í føroyska búskapinum í dag,og at hetta vita danir væl, men um vit hildu fram at tátta í, so var fólkaflytingin bert økt enn meira, og vit fingu minni inntøkur í Landskassan.
Minni trýst gevur størri virksemi
- Tað sæst einamest av, at hóast vit hava lægri skattatrýst, fíggjarognaravgjaldið er avtikið og avgjaldstrýstið er linkað, so er meiri peningurin komin í Landskassan.
- Tað merkir, at hóast avmarkingar við strangum avgjaldspolitikki verður førdur, so gevur tað betri úrslit kortini.
- Minni trýst gevur størri virksemi í landinum. Tað merkir so eisini, at almennu útreiðslurnar vaksa. Eitt nú tí tað útloysir pening úr landskassanum, sigur Anfinn Kallsberg og vísir á nøkur dømi.
- Fleiri fólk gerast gomul, og hóast pensiónirnar eru alt ov lágar, so kosta lógarbundnar útreiðslur í 1997 - 98 Landskassanum 27 mió. krónur. Umframt tað, krevur størri virksemi í landinum fleiri vøggustovu- og barnagarðpláss, skúlar o.a.fr. til tað almenna at gjalda sín part av í størri útreiðslum.
Kreditvirðið
- Hvat ger Landsstýrið, fyri at økja um kreditvirði Føroya uttanlands?
- Fyrst og fremst skal Landsstýrið halda sínar skyldur. Tað verður m.a. gjørt við at fáa avtalur og skipaði viðurskifti við lángevararnar, um at gjalda skuldina aftur.
- Tann støðan er broytt til ta betra í dag. Føroyska uttanlandsskuldin var 8 mia. krónur í 1990 -91, og síðan vóru politiskar skerjingar gjørdar, sum vit øll kendu sviðan av.
- Í dag er uttanlandsskuldin sjey mia. krónur, men vit eiga fimm mia. krónur. Netto uttanlandsskuldin er sostat tvær mia. krónur. Tað er hóast alt ikki nógv. - Okkara kreditvirði í útlandinum er nú so gott, at vit kundu lána til somu rentu sum statslánini.
- Einki lán verður kortini tikið til at fíggja virksemið her á landi, og vit skulu heldur ikki veita almenn veghald. Vit skulu ikki aftur koma okkum í somu trupulleikar, sum í áttatiárunum, sigur Anfinn Kallsberg, sum heldur, at føroyski búskapurin er á góðari leið.