Noreg
Eitt afturvendandi kjak í fiskivinnupolitikkinum í fleiri londum um okkara leiðir er spurningurin, hvør skal eiga og veiða tilfeingið, sum svimur í havinum.
Í Íslandi hevur nógv verið frammi um, at tey stóru reiðaríini hava uppkeypt tey smáu, soleiðis at rætturin til tilfeingið er savnaður á færri hondum. Somu gongd hava vit sæð í Føroyum, og somu gongd síggja vit í Noregi.
Í Noregi heldur onkur útróðrarmaður, at einasta gongda leiðin er, at kvotan verður tillutað hvørjum manni sær, soleiðis at øll fiskirættindi við tíðini ikki enda í hondunum á teimum stóru feløgunum.
Tríggjar ferðir
Útróðrarmaðurin, Tore Hillersøy í Tromsø, sigur, at hann og bróðurin eiga ein gamlan, men umbygdan útróðrarbát, sum er 73 føtur langur.
- Vit hava fingið eitt boð uppá bátin uppá 34 milj. krónur, sum er meira enn
tríggjar ferðir tað, sum báturin er verdur, sigur hann.
- Seldu vit bátin, sigur Tore Hillersøy, kundu hann og bróðurin gjørt heilt
onnur ting her í lívinum ? og ikki verið fiskimenn meira.
Men samstundis høvdu teir møguleikar, sum útróðrarbáturin hevur í dag og tað, sum útróðrarvinnan skapar, endað á hondunum hjá teimum stóru feløgunum í norsku fiskivinnuni.