Útróður
Líðhamar er ein av teimum stóru útróðrarbátunum í Klaksvík. Hetta er ein 80-tonsari, sum roynir við línu. Við bátinum eru fýra mans, og tveir skipa fyri egning og agni í skúrinum uppi á landi.
Túrurin í Klaksvík í morgun byrjaði sum vanligt á Kósini, har vit plaga at fregnast, um okkurt rørist við bryggjukantin. Men morgun var einki lív í á Kósabrúnni, eingin bátur og at kalla einki fólk at síggja.
Av Kósabrúnni bar leiðin heim á Stengurnar, har útróðrarmenn hava sínar egningaskúrar og annars hava sína dagligu gongd, tá ið líkindi ikki eru til útróður.
Bátarnir úti
Men í morgun var heldur einki serligt lív í á Stongunum. Bert í tí eina skúrinum var ljós, og har stákaðust tveir menn við at rudda skúrin og taka agn til næstu seturnar.
- Hetta er skúrurin hjá Líðhamri, sum er ein 80-tonsari. Vit eru tveir, sum stíla fyri egningini, og umborð á bátinum eru fýra mans. Teir vóru úti næstsíðstu nátt, settu 60 línur og fingu góð 5.000 pund, ein helmingur var gráur fiskur. Líðhamar er úti aftur í nátt, men enn eru teir ikki komir aftur. Hesaferð royna teir á bleytum botni, og teir eru neyvan væntandi fyrr enn seint seinnapartin.
Egnararnir siga, at fleiri bátar loystu í gjárkvøldið ella í nátt, men nú sigur hann aftur nógvan vind, so dagurin í dag verður hin seinasti í hesum umfari.
Í morgun er stilt, men hann lotar inn úr havinum, so tað kann vera eitt sindur tvassut í sjónum onkustaðni – í hvussu er hjá teimum smáu bátunum.
- Útróðrarbátarnir hava ligið um 100 pund á línuna, onkuntíð meira og onkuntíð heldur minni. Fleiri egna gággu, og tá er væl av gráum fiski uppi í veiðini. Tá ið grátt er uppi í veiðini, roynist túrurin vanliga, tí góður prísur er fyri toskin. Hýsuprísurin hevur eisini verið góður, men hann hevur ikki verið líka støðugur sum prísurin á toski.
Líðhamar egnir bæði gággu, kúfisk og høgguslokk.
Egningin í lagi
Vit spurdu eisini, hvussu gongur at fáa línuna egnda, tá ið útróður er fylgjandi dagar. Líðahamar er stórur útróðrarbátur, og nógv lína skal egnast, tá ið regluligur útróður er.
- Jú, tað gongur væl. Tað er mest tilkomið fólk, sum egnir her hjá okkum. Aldurin liggur úr stívliga 40 árum og uppeftir – og onkur pensjónistur tekur eisini hond í við okkum, siga teir.
Meðan vit eru á bryggjuni, kemur ein truckur við einum platti av agni, sum teir báðir beinanvegin fara undir at fáa til høldar.
- Tit skriva ov lítið um vinnuna, men brúka mestu tíðina upp á tað, sum gongur fyri seg í Havn, siga teir argandi, men meina tað ikki illa.
Uppundir løgtingsvalið høvdu teir vitjan av ymiskum politikarum, sum komu framvið at lata útróðrarmenninar vita, hvørjum teir vilja arbeiða fyri, um teir vórðu valdir.
- Vit høvdu vitjan av eitt nú Jóannesi Eidesgaard, løgmanni og John Johannesen, løgtingsmanni. Løgmaður var heilt uppi á loftinum í skúrinum her hjá okkum, siga teir.
Betri umstøður
Annar leggur aftrat, meðan vit práta á bryggjuni, at hann hopar ikki, at Høgni Hoydal verður løgmaður, nú Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin samráðast um at skipa samgongu og landsstýri. Hví hann ikki ynskir Høgna til løgmann, sigur hann tó einki um hesa lítlu løtu, vit steðga á Stongunum.
Nú bæði Jóannes og John, sum undan valinum vitjaðu á Stongunum, eru afturvaldir, kunnu vit bara vóna, at teir ikki hava gloymt útróðrarmenninar og egnararnar í Klaksvík.
- Eg haldi, at pensjónistar saktans kundu sloppið at egnt, sum teir vilja og verið skattaðir av inntøkuni sum øll onnur. Tað er órímiligt, at tað skal ganga útyvir veitingina hjá teimum fyri tað, um teir eru ágrýtnir og soleiðis kunnu hava eina hampiliga inntøku av egningini, tá ið árið er liðugt, sigur annar av egnarunum.