Ørvur vann aftur í dag kappingina millum 8-mannafør. Ørvur hevur vunnið allar teir tríggjar fyrstu róðrarnar, og harvið er Ørvur stórfavorittur at vinna FM heitið.
Í dag bjóðaði Risin av Eiði av álvara av. Eiðismenn vóru fremstir eina góða løtu. So tók Ørvur eiðismenn, og tá sá tað út til, at sigurin aftur í dag fór at vera greiður. Men endaspurturin varð øgiliga spennandi, og á málinum var Ørvur ein lítlan hálvan skut undan Risanum.
Argjabáturin var nummar trý, men hann var ikki við í kappingini um fremsta plássið.
1 | Ørvur (HR) | 04:49.17 | +00.00 | 7 | ||
2 | Risin (ERF) | 04:50.00 | +00.83 | 6 | ||
3 | Argjabáturin (AR) | 04:57.06 | +07.89 | 5 | ||
4 | Gullbrandur (ÍF) | 05:02.01 | +12.84 | 4 | ||
5 | Gøtu Tróndur (TIND) | 05:02.09 | +12.92 | 3 | ||
6 | Miðvingur (MR) | 05:06.45 | +17.28 | 2 | ||
7 | Árnfirðingur (ÁRF) | 05:12.41 | +23.24 | 1 | ||
8 | Knørrur (RK) | 05:01.16 | +11.99 | 0 |