Teis vann - Helgi og Pauli taptu

Tað gjørdist ein misjavnur dagur hjá føroyingunum í norskum hondbólti

Tað gjørdist ein misjavnur dagur hjá føroysku leikarunum í norskum hondbólti í dag.

 

Í bestu deildini tapti føroyingaliðið, Kristiansand 24-30 fyri Fjellhammer á útivølli. Fjellhammer var á odda 14-11 í steðginum.

 

Pauli Mittún og Helgi H. Hoydal skutu trý mál hvør fyri Kristiansand.

 

Kristiansand er nummar seks í deildini við átta stigum. Seks stig eru upp til oddaliðið, Kolstad sum hevur 14 stig.

 

Í næstbestu deildini gekk framúr væl hjá Teis Horn Rasmussen og liðfeløgunum í Follo.

 

Follo vann á heimavølli stórsigur 38-22 hjá Herulf Moss. Í steðginum var Follo á odda 21-14. 

 

Teis skoraði fimm mál fyri Follo í dag.

 

Follo er nummar fýra í deildini við 10 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri fremstu liðini, Sandefjord, Bergen og Viking TIF, ið hava 12 stig hvør.