Teistin loksins farin í dagliga rutu

Sandoyingar fóru í gjáramorgun spentir oman á ferjuleguna í Skopun, við tað at nýggja sandoyarferjan Teistin alment skuldi gera sín fyrsta túr tvørtur um Skopunarfjørð. Men hetta varð útsett, og tískil fór Teistin av Skopun við ferðafólki kl. 13.25 í gjár

 

Nýggja sandoyarferjan Teistin fór loksins sín fyrsta almenna túr av Skopun á Gomlurætt, eftir at sandoyingar hava bíðað longri enn ætlað og væntað varð frammanundan.

Fjølmiðlarnir vórðu bodnir við til henda fyrsta túrin, og einki er at ivast í, at hetta er ein stórhending, serliga fyri teirra, ið dagliga ferðast tvørtur um Skopunarfjørð.

Teistin kundi sostatt fyri fyrstu ferð við ferðafólki umborð stevna av Skopun á gomlurætt í gjár kl. 13.25. Orsøkin til, at túrurin varð útsettur í seks tímar, var, at tvær plátur skuldu sveisast í ferjuleguna, áðrenn klárt var at fara. Tískil kunnu sandoyingar nú gleðast um, at teir loksins kunnu gera sær dælt av nýggja skipinum.

Teistin fer eisini í framtíðini at sigla út í Hest, tá ferjulegan í Hesti er liðug at byggja. Í løtuni verður arbeitt uppá ferjuleguna í Hesti, og tískil fer glastrevjabáturin Knørrur at sigla út í Hest til ferjulegan verður til reiðar at taka ímóti Teistanum.


long bíðitíð

Tað er nakað síðani, at Teistin kom til landið og skuldi fara í sigling, men hetta hevur gingið striltið, og tískil hevur Sam ført ferðafólk av Gomlurætt til Skopunar, meðan bíðað hevur verið eftir Teistanum. Teistin skuldið eftir ætlan byrja við siglingini av Gomlurætt til Skopunar 1. mai, men hetta hevur tikið longri tíð.

Orsøkin til, at Teistin ikki er farin í gongd fyrr enn nú, er, at samráðingarnar millum Lønardeildina á Fíggjarmálastýrinum og Skipara & Navigatørfelagið ikki komu uppá pláss, og síðani semja varð fingin í lag, hevur Teistin eisini bíðað eftir eykalutum til skipið.

Teistin hevur verið fleiri royndartúrar tvørtur um Skopunarfjørð, og skiparin á Teistanum, Høgni Samuelsen, letur væl at.

- Teistin hevur roynst heilt væl, og nú er klárt at fara undir dagliga sigling, sigur skiparin á Teistanum, Høgni Samuelsen. Seks Fólk fara dagliga at starvast á Teistanum, nú skipið loksins fer í dagliga rutu.

Sostatt fór Teistin um middagsleiti í gjár undir vónandi drúgva tænastu eftir nakað av bítitíð, og tað kemur óivað væl við hjá fólki, sum vanliga ferðast tvørtur um Skopunarfjørð.