##med2##
Tað var um reppið at HB leikti triðja javnleikin á rað. Heilt móti dystarenda syrgdi Adrian Justinussen við einari frísparksperlu fyri, at HB vann 3-2 á Skála á útivølli í dag.
Skála-HB 2-3 (2-2)
1-0 Andreas Jacobsen (11.)
1-1 Heðin Hansen (16.)
1-2 Stefan Radosavljevic (19.)
2-2 Sjálvmál (29.)
2-3 Adrian Justinussen (89.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar sum vóru í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1, har prátað var við HB-málverjan, Teitur Matras Gestsson og við Poul Kallsberg hjá Skála.
Teitur greiðir frá, at hann mátti klemma Adrian aftaná dystin, tí landsliðsmálverjin staðfestir, at hann gjørdi eitt mistak í samband við 1-0 málið hjá Skála, og hartil gjørdi hann sjálvmál tá Skála javnaði til 2-2.
Poul heldur, at hóast teir hjá Skála taptu 2-3 so framdu teir eitt framúr gott avrik, og tað heldur hann, at teir kunnu byggja á. Burtursæð frá heimadystinum móti KÍ hevur Skála verið væl við í øllum dystunum.