Teitur eigur fløguna hesa vikuna

Eins og í fjør fær føroyskur tónleikur nógv rúm í íslendsku loftmiðlunum, nú AME-Reykjavík nærkast,skrivar ame.fo. Nógv er at hoyra til løg við føroysku luttakarunum á tiltakinum. Eitt nú hevur tónleikarásin hjá Ríkisútvarpinum Rás 2 valt fløguna hjá Teiti ? Stay Under The Stars til fløguna hesa vikuna. Á heimasíðu síni reypar støðin um Teit, ið higartil ongantíð hevur vitjað Ísland, men sum kemur beinleiðis úr Avstralia av konsertferð. Eisini verður hugleitt, um at Teitur er ársins danski sangari, skrivar ame.fo