Fert tú á ólavsøku?
- Ja, tað fari eg. Haldi, eg havi verið á hvørjari ólavsøku uttan einari tíðliga í 80-unum.
Men, hvussu fer Teitur Samuelsen so at halda ólavsøku í ár?
- Tað verður sum vanligt. Ólavsøkuaftan fer ein stórur partur av degnum, saman við mongum øðrum, at skipa fyri kappróðrinum.
Ólavsøkudag er eingin føst skrá, og tað er gott.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað besta er at steðga á frá gerandisdegnum og verða saman við familju, vinum og kenningum og at práta við fólk, tú ikki hevur sæð nýliga. Harumframt eru tey vanligu tiltøkini, sum eru á ólavsøku - kappróður, midnáttarsangur og mangt annað.
Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni?
- At vinna ta fyrstu ólavsøkuna í kappróðri var nakað heilt serligt. Hetta var við dreingjabátinum Bliki í 1989.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Eg eri ólavsøkufólk, so eg eri nøgdur við ólavsøkuna, sum hon er. Haldi eisini, at tað er frálíkt, at ólavsøkan aftur er flutt longur niðan í býin, sum hon var fyrr, sigur Teitur Samuelsen.