Teitur er Teitur

Hann er inniligur, kensluborin, lítillátin og sín egin. Men hann fær ein heilan sal at sita sum mýs og lurta

Musikcaféen, Århus:
Roykurin av gomlum øli og tubbaksroyki sníkir seg inn í nasaborarnar. Væl goymt í einum bakgarði, liggur Musikcaféen í Århus. Hon sær ikki út av nógvum, men  røðin av fólki uttanfyri leggur upp til, at í kvøld skal okkurt henda.
                      Inni sær ikki nógv frægari út. Stutt er uppundir loftið. Nøkur fá borð og nakrir stólar eru slongd út á gólvið frammanfyri ein lítlan pall. Í einum horni er ein barr og í einum øðrum horni er okkurt, sum líkist sofum. Inni er myrkt og tónleikurin spælir spakuliga í hátalarunum.
                      Rúmið er ikki serliga stórt, men tað fyllist skjótt.
                      Klappini og floytini bróta tónleikarútmuna og tað lágmæltu røddirnar inni í Musikcaféen. Hann trínur á pallin. Synd er at siga, at maðurin sær út sum ein, sum hevur ein plátusáttmála við eitt av heimsins størstu plátufeløgum. Hann sessast. Tekur gittaran høgrumegin upp á lærið, og syngur. Talan er um Teit. Okkara Teit fær ein hug at siga. Seinastu góðu fimm mánaðirnar hevur hann verið á konsertferð. Spælt yvir 150 konsertir saman við stórum nøvnum og fyri stórum áhoyrarafjøldum. Men Teitur er enn ikki ov stórur til eitt lítið høli við 50 áhoyrarum. Beinini eru væl plantað niðri í jørðini.
                      Við fyrstu fløguni frá plátufelagnum Universal, hava rósandi orðini flogið um oyruni á Teiti. Donsk bløð eru skjót at kjósa Teit til ein av teimum heilt stóru, og eisini heilt skjót at útnevna hann til ein av teirra egnu. Millum annað skrivaði tónleikablaðið Gaffa herfyri: ?? I og med færøeske Teitur har Danmark en singer/songwriter af internationalt format?.
 
Aftur í Danmark
Men nú var hann so aftur í Danmark. Fyri nøkrum mánaðum síðani hevði hann eisini nakrar fáar konsert her í Norðanlondum. Men leiðin lá skjótt yvirumaftur stóra Atlantshavið. Har hevur hann millum annað verið á konsertferð við John Mayer, sum er eitt av teimum heilt stóru nøvnunum nú. Nú eru nakrar konsertir á skránni her í Danmark og eisini ein í Føroyum.
                      Teitur ger ikki nógv burturúr sær og síni framførslu. Hann er sín heilt egin. Hokin yvir gittaran,  meðan beinini flyta seg við rútmuni. Varrarnar so tætt mikrofonini og eyguni sveima runt í rúminum. Viðhvørt hyggja tey út yvir áhoyrarafjøldina, viðhvørt eru eygnalokini afturlatin og viðhvørt hyggja tey niður í gólvið ella niður á gittaran.
                      Teitur syngur um skýggini, Amandu, poetry, aeroplanes, Josephine, breadcrumbs og tað at sova við ljósinum tendraðum. Og tað ger hann so inniliga. Við lív og sál. Til tíðir verða rútmurnar á gittaranum eitt sindur títtari, men skjótt dala tær niðuraftur. Og so hvørt sum konsertin líður, fortelur Teitur søgur. Hann fortelur søgur um gamla søgulæraran, um John Mayer, um konsertferðirnar, um upplivilingarnar, um sangirnar. Hann flennur og livir seg inn við áhoyrarunum, sum ikki kunnu gera annað enn at flenna og smílast.
                      - Henda næsta sangin spæli eg bara, tá tað er fullmáni. Hann er ikki við á fløguni, tí tað er ikki altíð fullmáni, sigur hann, og gittarrútmurnar byrja spakuliga aftur. ?Waiting for Mars to come out?.
                      Ein einkultur føroyskur sangur hevur sníkt seg upp á skránna í kvøld. ?Í tínum hjarta? av fløguni ?Sólin og Regnið ? Eitt?.
                      Eftir ein góðan tíma fyri fullari Musikcafé takkar Teitur fyri seg. Men klappini fáa hann útaftur á pallin, og skjótt hevur hann sungið og spælt trý løg afturat.
                      - Tað var fult her í gjár, so eg visti ikki um tað fóru at vera tvey ella trý fólk her í kvøld, sigur hann lítillátin.
                      - Men takk fyri, at tit komu, takk fyri, at tit lurtaðu og takk fyri, at tit ikki royktu so nógv, at eg misti røddina.
                      Konsertin er at enda komin, og dyrnar verða latnar uppaftur, so tann fríska luftin kann koma inn. Teitur fer víðari. Fleiri konsertir skulu spælast, og fleiri fløgur skulu gevast út.

Um vikuskiftið spælir Teitur í Keypmannahavn í sambandi við at Útnorðurmiðstøðin letur upp
 
6. desember spælir Teitur í Norðurlandahúsinum í sambandi við ráðstevnuna ?Markleys útbúgving?
 
13. desember verður Teitur aftur í Århus, har hann skal spæla saman við Kashmir og Mew