Teitur hevði í november 2008 konsert í donsku Opera´ini saman við sínum egna bólki, einum kóri hjá Danmarks Radio og symfoniorkestrinum hjá teimum. Øll ?The Singer? fløgan varð framførd, umframt løg sum ?Josephine? og ?Great Balls of Fire?.
Danmarks Radio tók hesa stórslignu uppsetanina upp, sum júst er komin út á fløgu og DVD við heitinum ?Teitur - A Night at the Opera?.
Filmurin verður frumsýndur í kvøld kl. 21.00 í Sirkus Føroyum í Vágsbotni.
Sí brot úr konsertini her www.youtube.com/watch