Sunnudagin vann HB greitt 3-1 á AB í 21. umfari í Effo-deildini. Venjararnir vóru samdir um, at HB var betra liðið og vann uppborið. Tó er ein støða í fyrra hálvleiki, har fleiri spælarar og áskoðarar meta, at bólturin var innanfyri málstrikuna hjá Teiti M. Gestsson og HB.
Les eisini: AB venjarin í øðini um manglandi hugburð
Tað er í álopinum undan, at HB kemur á odda 2-0. Argjemenn senda ein bólt innfyri og har verður Teitur M. Gestsson órógvaður, tá bólturin rakar ein av sínum egnum. Teitur tveitur seg og fær fatur á bóltinum á sjálvari málstrikuni – sambart linjuverjanum. Fleiri hava tó givið til kennar, at tey meta at bólturin var innanfyri. Maðurin við besta útsýninum man helst verða málverjin sjálvur.
Hendingin sæst við at trýsta HER (2:00)
- Eg má siga akkurát sum er, eg veit ikki um bólturin var innanfyri. Eg tveitti meg eftir bóltinum og hugsaði ikki um tað og spældi víðari. Høvdu vit máltøknu sum í Premier League, so kann tað gott vera, at tað hevði verið dømt mál, sigur Teitur M. Gestsson og leggur afturat;
Les eisini: HB venjarin væl nøgdur
- Tað er ótrúliga torført hjá dómaranum, at meta um í eini slíkari støðu. Eg eri bara glaður fyri at vit vunnu dystin og haldi tað var uppiborið, sigur Teitur, sum ásannar at tað var á markinum til, at bólturin var innanfyri í umrøddu støðuni.
Hetta var fyrsti dysturin hjá Milan Cimburovic sum venjara hjá HB. Liðið liggur á fjórða plássi, meðan AB liggur á níggjunda plássi.