Teitur skal aftur vera við í Toppen af Poppen

Fyri aðru ferð á rað verður føroyski sangarin millum luttakararnar í donsku tónleikasendingini, har tónleikarar tulka sangir hjá hvørjum øðrum

Í fjør luttók føroyski Teitur í populeru donsku tónleikasendingini "Toppen af Poppen", har hann tók hyggjararnar í ríkisfelagsskapinum av bóli við sínum originalu tulkingum av sangum hjá kendum donskum tónleikarum.

Nú hevur sjónvarpsstøðin TV2 aftur sent boð eftir Teiti, og hann skal saman við 25 øðrum tónleikarum vera við í Toppen af poppen 2020.

Ársins útgáva av Toppen af Poppen verður hin 10. í røðini, og hon verður nakað øðrvísi enn vanligt. Í hvørjum parti verða seks til sjey luttakarar, sum fara at tulka tónleikin hjá hvørjum øðrum. Tað verður ikki soleiðis, at ein tónleikari skal sita við borðendan sum høvuðspersónur, eins og tað hevur verið í undanfarnu sendingum. Í staðin fara vit at hoyra kendar sangir og søgur frá teimum ymsu tónleikarunum, sum hittast.

Til samans luttaka 26 tónleikarar, sum allir hava verið við í Toppen af Poppen fyrr. Nýggir tónleikarar verða í hvørjum parti, sum t.d. merkir, at Teitur verður við í einum parti. 

Upptøkurnar til ársins sending byrja í hesum mánaðinum, og tað verður í Gribskov í Nordsjællandi.

Higartil eru sjey luttakarar avdúkaðir, og Teitur er ein teirra. Hinir avdúkaðu luttakararnir eru Lars Lilholt, Ida Corr, Burhan G, Lau Højen, Anders Blichfeldt og Dorthe Gerlach.

Teitur gjørdi um seg í fjør

Um tú ikki fylgdi við í Toppen af Poppen í fjør, so kanst tú her síggja nøkur dømi um, hvussu tað gekst Teiti. 

Her tulkar Teitur sangin "For Altid" hjá Medina. Hendna tulkingin fekk sera nógva umrøðu og telist avgjørt millum originalastu tulkingarnar í søguni hjá Toppen af Poppen.

##med2##

Og her síggja vit Kwamie Liv við einari meistarligari melankolskari tulking av "The Singer" hjá Teiti.

##med3##