Seinasta dagin í januar skal føroyski sangskrivarin og tónleikarin Teitur Lassen spæla fyri kendum filmsfólki í Hollywood.
Hetta er komið í lag umvegis amerikanska sjónleikaran Edward Norton, sum er kendur úr filmum sum Fight Club, Primal Fear og American History X.
? Umboðsmaðurin hjá mær í London hevur fingið hetta tiltakið í lag, og Edward Norton bjóðar so vónandi filmsfólki og vinum hjá sær til at hoyra meg spæla, sigur Teitur Lassen.
Umframt føroyska tónleikaran skal Peter Salett eisini spæla hetta kvøldið á The Mint, sum staðið kallast.
Góður møguleiki
Tað er vanligt, at skipað verður fyri slíkum tiltøkum, og tað hevur stundum verið gyltur møguleiki fyri tónleikarar, sum eru á veg fram.
Endamálið við tiltakinum er at lata evnaríkar tónleikarar sleppa at spæla fyri fólki, sum á ymsan hátt kunnu geva teimum eina hjálpandi hond við karrieruni.
Teitur kennir ikki enn Edward Norton, men tað verður helst ivaleyst øðrvísi, tá hann hevur spælt fyri honum og hinum gestunum á The Mint um eina viku.
Tekur upp í Nashville
Teitur Lassen hevur ferðast nógv í USA farnu árini, og hann er í løtuni staddur í Nashville, har hann er í holt við demouptøkur til eina komandi útgávu.
Her arbeiðir hann saman við tónleikaframleiðaranum Matt Bronleewe, sum eisini hevur arbeitt við songkvinnum sum Jennifer Page og Nataliu Imbruglia.
Mikudagin setir Teitur so kós ímóti Hollywood, har tann øðrvísi og spennandi uppgávan bíðar.
Teitur hevur sáttmála við eitt útgávufelag, men fleiri plátufeløg liggja fram við eftir gávuríka føroyska tónleikaranum. Millum teirra er Sony.
Teitur vónar, at okkurt av plátufeløgunum verður umboðað á konsertini hjá sær í Hollywood 31. januar.
Í februar mánaði kemur Teitur til Føroyar at gera upptøkur til eina føroyska fløgu, og tá verður helst eisini okkurt høvi at hoyra hann spæla á konsert.