Skotið varð fyrst í innleiðandi umfari, sum varð nýtt til at styrkismeta skjúttarnir við víðari í kappingini. Her høvdu Teitur Dalsgarð og Oddmar Nielsen flestu stig – teir skutu báðir 537 stig – og tað vóru eisini teir báðir, sum vóru í finaluni, tá seinasti dysturin var á skránni.
Her eydnaðist Teiti at vinna 6-2 (27-19, 25-29, 26-25, 28-27), og harvið er hann fyri fyrstu ferð FM-vinnari í recurve.
Í bronsufinaluni dystaður Eggaba Andreasen og Jastrid M. Jensen, og hendan dystin vann Eggaba 6-0 (27-25, 25-25, 26-25)
Einstøku úrslitini í kappingini síggjast HER.