Teitur er farin undir eina nýggja listarliga avbjóðing, nú hann skal skriva tónleik til eina ballett.
Tað er dansibólkurin hjá Kongaliga Teatrinum, sum skal framføra á árliga ballettfestivalinum, sum verður fyrst í juni.
Sum nakað nýtt hevur kongaliga teatrið sett koreografar og dansarar at arbeiða saman við ymiskum tónaskøldum, sum saman skulu skapa eina nýggja ballett.
- Eg var beinanvegin áhugaðir at gera hetta, tí eg elski dans og tónleik saman, sigur Teitur í einum stuttum videobrotið, sum Kongaliga Teatrið hevur lagt út á Facebook-vanga sín sum lýsing fyri tiltakinum.
- Eg vóni, at sum vit gera hetta, fáa vit eitt samband við dansararnar og koreografiina, so at vit kunnu spæla saman, so at vit øll gerast eitt ljóðføri, sigur føroyski sangarin.
- Vónandi merkja fólk eina broyting, tá tey fara út aftur. Tað er málið. Um ikki, so haldi eg ikki, at vit hava eydnast. So tað ræður um, at geva av okkum sjálvum og síðani broyta, hvat fólk halda, sigur Teitur.
Føroyski sangskrivarin Teitur skal samstarva við koreografinum Allessandro Pereira og dansarunum Ida Praetorius og Tobias Praetorius.