Føroyski tónleikarin, Teitur, fer at syngja modernaðar latínskar sálmar, tá "Requiem" eftir tónaskaldinum John Frandsen verður framført í Konserthúsinum í Keypmannahavn í kvøld.
Umleið 220 tónleikarar fara á pallin í Konserthúsinum í kvøld at framføra eina av teimum heilt fáu donsku sálarmessunum. Og ein av hesum tónleikarum verður føroyski Teitur.
Við Danmarks Radio sigur Teitur, at hann gleðir seg at standa á pallinum saman við stórum orkestri, sum er samansett av DR Symfoniorkestri, DR Konsertkóri og DR Gentukóri.
- Tað verður stuttligt at skula syngja aðrar sangir enn mínar egnu, sum eg jú annars eri vanur við at gera. Tað verður eisini stuttligt at syngja solo saman við tí ótrúliga stóra orglinum, ið er inni í Konserthúsinum, sigur Teitur.
Hann skal ikki syngja beinleiðis saman við restini av orkestrinum, men bara sálmar, sum liggja millum tey stóru stykkini í verkinum. Kortini er tað ein stór uppliving fyri hann at vera á pallinum saman við so nógvum tónleikarum.
- Eg havi javnan konsertir við færri enn 220 áhoyrarum, og nú eru vit 220 tónleikarar, sigur Teitur, sum ikki er stórvegis nervøsur áðrenn framførsluna. Tað er tó eitt, sum hann er rættiliga spentur uppá.
- Eg skal syngja á donskum. Tað er ógvuliga sjáldan, eg geri tað, men teksturin er so mikið góður, at tað gongur nokk, sigur Teitur við DR.
Konsertin kann hoyrast á donsku rásini P2 í kvøld klokkan 19.20 danska tíð.