##med2##
Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin í dag.
Tróndur og Teitur viðgjørdu tvey evni í dag:
1) Avrikini hjá landsliðnum móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi. Og litið var fram til tær komandi uppgávurnar hjá landsliðnum. Lykladysturin er heimadysturin móti Moldova 7. september har føroyska landsliðið má fara eftir trimum stigum.
2) Komandi umfar í Betrideildini, ið verður leikt sunnudagin:
Klokkan 14: B36-Víkingur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Klokkan 15: ÍF-NSÍ
Klokkan 15: KÍ-EB/Streymur
Klokkan 16: B68-TB
Klokkan 17: HB-07 Vestur
- TB fær síni fyrstu trý stig móti B68 á Svangaskarði, so avgjørdur er Teitur í sínari meting.